StÍF stuðlar innsavningini hjá Reyða Krossi

Nevndin í StÍF hevur gjørt av, at peningurin, sum kemur inn í sambandi við dystin hjá 1. mansliði móti Kyndli á Skála sunnudagin, fer óskerdur til innsavningina hjá Reyða Krossi

neyðhjálp

Nú byrjar so uppruddingin eftir vanlukkuna í Suðurasia. Nú skal gerandisdagurin hjá fólkinum í vanlukkuøkinum fáast upp á pláss aftur. Uppgávurnar eru so ógvusliga stórar, at tað fer at taka drúgva tíð, áðrenn árinini av vanlukkuni eru burtur og alt er komið aftur á beint, men neyðhjálpararbeiðið kann bøta eitt sindur um tað.
Í tí sambandi hevur nevndin í StÍF gjørt av, at allur peningurin, sum kemur inn í sambandi við dystin hjá 1. mansliði móti Kyndli sunnudagin, fer óskerdur til innsavningina hjá Reyða Krossi.
Í felagnum ásanna vit at tað ikki er nógv, sum vit kunnu gera, tá ein so ræðulig vanlukka rakar. Vit sita í tryggari frástøðu frá økinum og kunnu taka støðu til tað ræðuliga sum vit síggja í miðlunum.
Vit kunnu tó vera við til at savna so frægt av peningi inn til hjálpararbeiðið sum tilber. Á tann hátt kunnu vit stuðla teimum, sum hjálpa teimum neyðstøddu í økinum, nú tey eru so illa sperd. Og tað er tað vit vilja við hesum tiltakinum.
Atgongumerki til dystin kostar vanliga 50 krónur og tað ger tað eisini sunnudagin. Men hava fólk hug til at stuðla við einari størri upphædd, eru tey hjartaliga væl komin at gera tað tá goldið verður við inngongdina til høllina. Peningurin, sum kemur inn fer óskerdur til Reyða Kross, og felagið vónar, at fólk stuðlar tiltakinum væl.