HONDBÓLTUR
Gongdin hjá strandingum hevur verið heilt á leið í ár. Undan dystinum ímóti Neistanum lógu teir á øðrum plássið í Atlantic Airways deildini hjá monnum, og við sigri í dystinum kundu teir næstan fáa Neistanum úr stríðnum um finaluplássið.
Hjá Neistanum hevur ikki gingið s væl síðstu dystirnar. Teir fingu eina flúgvandi byrjan uppá grundspælið, men so steðgaði upp. Undan heimadystinum ímóti strandingum høvdu teir ikki vunnið í 5 dystir, og tí var týdningarmikið hjá teimum bláu at fáa gongd á aftur spælið. Ein sigur var eisini mest sum eitt krav, tí taptu teir dystin, so vóru heili 6 stig upp til StÍF á 2. plássi.
Sera góð strandaverja
Liðini byrjaðu við eini sera høgari leikferð fyrstu løtuna, og líkt var til, at hetta kundi gerast ein sera málríkur dystur. Eftir góðar 5 minuttir høvdu liðini skotið 8 mál. Hesa løtuna hevði serliga Neistin nøkur sera góð álop, har teir spældu seg ígjøgnum StÍF-verjuna við nøkrum fínum álopsopningum.
Spakuliga byrjaðu verjurnar tó at spæla seg heitar, og nú vóru tað knappliga tær, sum settu dagsskránna. Serliga verjan hjá strandingum gav Neistanum stórar trupulleikar, og við henni á odda megnaði StÍF at taka leiðsluna um miðjan fyrra hálvleik. Tá ið Neistin endiliga megnaði at leika seg fram við sterku StÍF-verjuni, so sluppu teir ikki fram við einum vælleikandi Marian í málinum.
Sum fyrri hálvleikur leið, økti StÍF meir um leiðsluna, og trupulleikarnir hjá Neistanum gjørdust størri og størri. Teir sluppu snøgt sagt ikki ígjøgnum StÍF verjuna, og tá liðini fóru til hálvleiks førdi StÍF við 4 málum, og her sást týðiliga, at okkurt mátti henda hjá Neistanum, um teir ætlaðu sær innaftur í dystin.
StÍF misti takið
StÍF byrjaði seinna hálvleik, júst sum teir endaðu fyrra. Teir løgdu nevnilga fyri sum eitt satt ódnarveður, og fimm minuttir inn í seinna hálvleik høvdu teir økt um leiðslun, soleiðis at munurin nú var heili 7 mál. Neistin tóktist enn hava allar møguligar trupulleikar við verjuni og málverjanum hjá strandingum, men knappliga sóu teir veruleikan í eyguni. Skuldi nakað henda hjá Neistanum, so mátti tað vera nú.
Neistin fór so undir eitt ordans come back. Støðugt minaðu teir um leiðsluna hjá strandingum, og nú vóru rollurnar hjá liðunum vendar fullkomiliga á høvdið. Nú fingu neistamenn knappliga verjuna at rigga, og um miðjan seinna hálvleik vóru bert 3 mál á muni á liðunum.
Neistamenninir vóru tó sera uppsettir hesa løtuna, og tað lá líkasum í luftini, at hesin dysturin ikki var avgjørdur enn, og tað var hann heldur ikki.
Seint í dystinum kom Neistin uppá javnt, og nú var dysturin púra opin. StÍF legði seg tó aftur á odda, og tá ið Neistin fór í tað, sum líktist seinasta álopið í dystinum, vísti talvan 25-24 til StÍF. Neistin spældi bóltin runt eina løtu, áðren teir funnu ein púra leysan Jugoslav á strikuni, men sum so ofta áður stóð Marian fyri honum í málinum við eini stórbjarging, og so vann StÍF dystin við einum máli.
Fakta
Neistin-StÍF 24-25 (10-14)
Málskjúttar:
Neistin: Blagoje Buha 8 (3), Tróndur Kragesten 4, Carl Herup Olsen 3, Jugoslav Djumic 3, Roar Dalsgarð 2, Birgir Poulsen 2, Áki Mørk 1, Jákup Apol 1
StÍF: Finnur Hansson 7 (3), Leivur Justinusen 5, Jacob Jónson 3, Mortan Hansen 3 (1), Borgar Danielsen 2, Andre Danielsen 2, Bárður Danielsen 2, Jørmund Joensen 1
Brotskøst: Neistin 3, StÍF 7
Útvísingar: Neistin 5, StÍF 4
Dómarar: Eyðun Samuelsen & Andrias F. Hansen