StÍF snýtti Kyndil

Artur Johansen skeyt vinnandi málið tvey sekund fyri leiklok, eftir at Kyndil júst hevði javnað. Spenningurin var í hæddini gjøgnum allan dystin, tá Kyndil tók ímóti steypavinnarunum av Strondum

Strandingar megnaðu at halda støðið eftir ta hørðu steypafinaluna leygardagin móti Neistanum. Við einum máli eydnaðist tað at vinna á hinum havnarliðnum, Kyndli, í høllini á Hálsi mikukvøldið.
Við sigrinum liggur StÍF einsamalt á triðja plássi, og bronsumerkini eru í hondum. Tó hava strandingar framvegis ein møguleika at vinna silvurmerkini frá Neistanum, um alt gongur eftir vild. Munurin upp til VÍF er tó ov stórur at vinna innaftur.

Spenningur fyri allar pengarnar
Dysturin mikukvøldið var sera spennandi, og áskoðarin fekk valuta fyri pengarnar. Liðini at kalla fylgdust gjøgnum allan dystin, og ongantíð var annað liðið langt frammanfyri.
Kyndil hevði munin fyri steðgin. Serliga var Bárður Johannesen sera væl upplagdur. Hann gjørdi ikki færri enn sjey mál á rað ta einu løtuna í fyrra hálvleiki. Kyndil var frammanfyri allan hálvleikin, men ongantíð var munurin fleiri enn trý mál.
Saman við Bárði Johannesen spældi málverjin Jóhan Danielsen ein framúr góðan fyrra hálvleik. Hann møtti hetta kvøldið sínum gomlu liðfeløgum, sum hann hevur vunnið bæði steypafinalu og føroyameistaraheitið við.
Hann tók eini brotskøst og bjargaði annars fleiri góðum royndum í fyrra hálvleiki. Ein bjarging skaraði framúr. Costin Dumitrescu tekur brotskast, sum Jóhan tekur, men rumenin fangar bóltin aftur. Hann blakar seg inn í málteigin, men enn einaferð tekur Jóhan skotið.
Ikki kann sigast annað, enn at Kyndil hevði yvirvág og gott tak á StÍF hesa løtuna. Venjarin hjá StÍF kendi seg tá noyddan at taka eitt leikbrá (time out).
Hetta tóktist at hjálpa nakað uppá avrikið hjá strandingum. Teir fóru spakuliga at ota seg innaftur á kyndlamenn, og við steðgin var bara eitt mál á muni.
Fyrri hálvleikur var eisini merktur av fleiri býttum mistøkum. Leikarar missa bóltin uttan at verða trýstir ella. Eitt nú misti StÍF bóltin í tveimum álopum á rað fyri at gera ov nógv fet.

StÍF fer framum
Ikki gekk long tíð eftir steðgin, fyrr enn StÍF hevði lagt seg framum, og Kyndil megnaði ongantíð at leggja seg framumaftur.
Munurin var ongantíð tann stóri, og Kyndil mengaði onkuntíð at javna, men so fór StÍF frá heimaliðnum aftur.
Dysturin var eisini sera hart spældur til tíðir . Tilsamans tólv útvísingar fullu, har StÍF fekk heilar átta av teimum.
Tá sjey minuttir vóru eftir at spæla hevði StÍF eina leiðslu á tvey mál. Men síðani fingu strandingar tríggjar útvísingar innanfyri tríggjar minuttir, so teir spældu við fýra útileikarum. Hetta gav Kyndli møguleikan at javna.
Regin Johannesen, bróðir Bárð, leyp inn frá vonginum og javnaði til 23-23, tá bert tíggju sekund vóru eftir at spæla.
Men steypavinnararnir gjørdu skjótt av. Bólturin varð tveittur niðan á miðjuna, har Marius Joensen setir beina kós móti málinum. Úti á vonginum er Artur Johansen púra leysur Garvaði toppskjúttin hjá StÍF tveitir seg inn, og elegant lyftir hann bóltin uppum gamla liðfelagan Jóhan Danielsen.
Vinnandi málið varð skotið tvey sekund fyri leiklok, og StÍF vann dystin við einum máli. Spenningur til seinasta sekund.
Eitt reytt kort fall í dystinum, og tað varð givið eftir leiklok. Rúni Mohr, ið var á útskiftingarbeinkinum hjá Kyndli, var í øðini inn á dómararnar fyri onkra ávísa avgerð í dystinum. Hann gav dómaranum Sophusi Dal-Christiansen av grovfílini, og hetta fekk hann reyða kortið fyri.
StÍF-arar vóru ovurfegnir um sigurin, og nú eru bronsukrónurnar at kalla tryggar. Hesin dysturin er kanska rættiliga eyðkendur fyri Kyndil í ár. Teir høvdu møguleikarnar at vinna ella fáa javnleik, og teir lótu enntá eitt mál inn í seinasta sekundi.
Kyndil er framvegis næstaftast, men vandin fyri niðurflyting er ikki serliga stórur.

Dysturin í tølum:
Kyndil ? StÍF 23-24 (12-11)
Kyndil: Bárður Johannesen 11(2), Høgni Klein 6(2), Regin Johannesen 4, Janus Einar Sørensen 1
StÍF: Artur Johansen 6(2), Costin Dumitrescu 5, Sveinur Justinussen 3(1), Marius Joensen 3, Bent Djurhuus 2, Jón Rasmussen 1
Brotskøst: Kyndil 5, StÍF 4
Útvísingar: Kyndil 4, StÍF 8
Reyð kort: Kyndil 1
Dómarar: Kristjan Johannesen og Sophus Dal-Christiansen