Hesi bæði liðini hava fingið sera ymiska byrjan uppá kappingina í bestu mansdeildini í hondbólti. StÍF hevur alt árið ligið heilt uppi í oddinum, og í løtuni eru teir á triðja plássi bert tvey stig aftanfyri oddaliðið, VÍF. Gongdin hjá teimum hevur verið góð í ár. Teir hava bert tapt ein dyst, og hann taptu teir mikukvøldið, tá teir vitjaðu hjá VÍF í Vestmanna.
Hjá hoyvíkingum hevur hinvegin ikki gingið so væl. Teir fingu eina fína byrjan uppá kappingarárið, men síðstu dystirnar hevur gingið minni væl. Mikudagin blivu teir so hølvaðir av í botndystinum ímóti Kyndli, so nú er H71 niðast í Atlantic Airways deildini hjá monnum við trimum stigum.
Júst hesi bæði liðini hava leikt einaferð fyrr ímóti hvørjum øðrum í ár, tá liðini møttust í Hoyvíkshøllini. Tann dysturin endaði við javnleiki, so kanska fólk kunnu vænta ein spennandi dyst á Skála eisini. Hjá StÍF hava flestu dystirnir verið rættiliga javnir í ár, so tað er ikki óhugsandi, at hoyvíkingar enn einaferð fara at leypa hvøkk á strandingar.