ST fær ikki føroysku Kyoto-samtyktina

Danska umhvørvismálaráðið vil ikki senda fráboðanina hjá Løgtinginum víðari, fyrr enn Føroyar binda seg til at skerja útlátið Tann 28.september samtykti Løgtingið at heita á donsku ríkisstjórnina um at taka burtur føroyska fyrivarni fyri Kyoto og seta sáttmálan í gildi fyri Føroyar. Men løgtingssamtyktin er ikki komin longri enn til Keypmannahavnar, sigur Kringvarpið.

Í brævi til Jóannes Eidesgaard, løgmann, ger Connie Hedegaard, umhvørvismálaráðharri, greitt, at fráboðanin verður ikki send ST, fyrr enn Føroyar binda seg til at skerha CO2-útlátið átta prosent frá 2008 til 2012.

Tað gera Føroyar ikki við løgtingssamtyktini, stafestir Connie Hedegaard, og tí fær ST ikki føroysku fráboðanina.