Hondbóltur ? kvinnur
Annan dystin á rað átti VB heimavøll, tá StÍF var á vitjan sunnudagin.
Í mun til dystin móti VÍF dagin fyri, so vóru tær á heimaliðnum favorittar at vinna hendan dystin, og tað eydnaðist eisini VB at vinna sær stigini, men tað var so avgjørt ikki uttan mótstøðu.
Hildu leingi
Leingi var tað nevnliga StÍF, sum var við yvirlutan. Eftir at VB fyrra partin av fyrra hálvleiki hevði tikið seg framum, vóru tað gestirnir, sum settu dagsskránna seinasta korterið undan steðginum, og ta eydnaðist teimum eisini at vinna seg fram um hesa løtuna.
Soleiðis var ein lítil sensatión at hóma, tá liðini komu út til seinna hálvleik, og tó at VB aftur togaði seg upp, so varð leingi stórur spenningur um, hvussu leikur skuldi fara.
Seinastu løtuna av dystinum eydnaðist tó heimaliðnum at toga seg avgerandi frá, tá tær innan fyri fýra minuttir skutu fýra mál á rað, og so hjálpti tað lítið, at StÍF royndi at svara aftur seinastu løtuna.
Spenningurin varðveittur
Við sigrinum tryggjaði VB sær, at tær framhaldandi eru partur av stríðnum um heiðursmerki, tó at tað nú skal vera løgið, um tær kunnu vinna seg hægri upp enn bronsuna.
Fyri StÍF hevði eitt stig ella bæði tvey sjálvandi verið vælkomið í dystinum. Soleiðis var ikki, og tí eru tær enn ikki heilt leysar av botninum. Tær eiga tó framvegis sjálvar allar trumfirnar í hesum stríðnum, tí enn hava tær heimadyst móti Kyndli og tveir útidystir móti Sóljuni. Fáast tvey stig til høldar í hesum uppgerðum, er lítið at ivast í, at tilveran í deildini er bjargað, og so er málið fyri kappingarárið helst rokkið fyri teirra viðkomandi.
Dystutin í tølum
VB-StÍF 26-20 (13-14)
Málskjúttar:
VB: Gabriella Fekete 6(2), Gurið Mortensen 5, Margreth Augustinussen 4, Laila Jespersen 4, Regina Radó 4, Sólrun Krosslá 2, Eyðbritt Krosslá 1
StÍF: Anna Maria BErthelsen 6, Sunfríð B. Danielsen 4(4), Alina Olaru 4, Poula D. Olsen 3, Anna B. Danielsen 1, Guðrun Ólavsdóttir 1, Ileana Manulescu 1
Brotskøst: VB 4, StÍF 5
Útvísingar: VB 1
Dómarar úr VÍF: Áki Olsen & Sámal Joensen.