Hondbóltur
StÍF og Kyndil hava higar til víst seg sum veikastu liðini í kvinnukappingini í hondbólti. Undan dystinum hevði hvørki teirra vunnið stig, og skuldi botnurin fáast nakað burturfrá, var ein sigur tí kravið, tá liðini hittust í Havn sunnudagin.
Á pappírinum var talan um javna uppgerð, og í veruleikanum gjørdist hon eisini júst so jøvn, sum roknast kundi við.
Gestirnir komu kanska betur frá byrjan, men Kyndil slepti ongan tíð takinum, og munurin undan steðginum var tí lítil og eingin.
Fyrstu løtuna eftir steðgin kom tó ferð á tær grønu. Fyrstu góðu tíggju minuttirnar eftir steðgin vunnu tær grønu 7-3, og so skuldi sigurin so avgjørt verið heilt nær. Men onkursvegna steðgaði alt upp kortini. Eftir hetta skoraði Kyndil bara tríggjar ferðir, og so eydnaðist tað Ninnu K. Johansen at skjóta tær hvítu framum, tá hon skoraði fýra av seks teimum seinastu málunum hjá StÍF.
Sigurin ber við sær, at StÍF nú er komið á talvuna. Kyndil er framvegis stigaleyst í botninum.
Fakta um dystin
Kyndil-StÍF 20-21 (10-11)
10 min: 3-6
20 min: 7-7
40 min: 16-14
50 min: 18-18
Málskjúttar
Kyndil: Jacklin Durhuus 9(3), Rakul N. Joensen 4, Halla Midjord 4, Marina Ziljko 2, Helena á Krákusteini 1, Ása Christiansen 1
StÍF: Ninna K. Johansen 7(2), Rebekka Justinussen 5(1), Poula D. Olsen 3, Fríðrún Danielsen 3, Sunfríð Johansen 1, Signhild Petersen 1, Ásgerð Káradóttir 1
Brotskøst: Kyndil 3, StÍF 4
Útvísingar: Kyndil 3, StÍF 4
Dómarar: Andreas F. Hansen & Eyðun Samuelsen