StÍF og Stjørnan býttu stigini millum sín

Bæði StÍF og Stjørnan fingu fyrstu stigini kappingarársins, tá ið liðini spældu javnleik á Skála

SMS-deildin: StÍF - Stjørnan 17-17 (11-11)

Bæði StÍF og Stjørnan vildu vinna fyrstu stigini hetta kappingarárið, tá ið liðini bæði hittust á Skála í dag.

Talan gjørdist um málfátækan dyst, har leiðslan skifti fleiri ferðir.

StÍF fekk bert eitt stig alt kappingarárið í fjør, og eina løtu var líkt til at strandakvinnur fóru at fáa tað dupulta av hesum í dag.

 

 

Eftir hálvleiksstøðuna 11-11, komu strandakvinnur á odda 14-11 tíðliga í seinna hálvleiki, men so steðgaði upp. Dysturin javnaði seg aftur, og at enda kundi hann koppað báðar vegir. StÍF var nærri við móti endanum, men eftir máli frá Judit Dam Jacobsen í seinasta minuttinum gjørdist endaliga úrslitið 17-17.

 

 

Málskjúttar hjá StÍF:

Emma Lerche 6, Katrin Berg Høgnesen 4, Erla Jansdóttir Petersen 3, Rebekka Zachariassen 3, Poula Dulavík Berg 1

 

Málskjúttar hjá Stjørnuni:

Judit Dam Jacobsen 4, Jórun B. Nielsen 4, Mina Sirdal 3, Tóra Eliasen 3, Marið Heimustovu 1, Sonja Sirdal 1, Katrin Bertholdsen 1