StÍF og Kyndil býttu stigini

Dysturin leygardagin í millum bestu kvinnuliðini hjá StÍF og Kyndli gjørdist sera spennandi, og sigurin kundi farið báðar vegir. At enda samdust liðini tó um javnleikin

Seinni dysturin í Sunset-kappingini hjá kvinnum var á skránni í høllini á Skála leygardagin, har StÍF tók ímóti Kyndli. Júst hesi bæði liðini spældu fleiri rættiliga javnar dystir ímóti hvørjum øðrum síðsta kappingarár, og tí var ikki óhugsandi, at hesin dysturin eisini kundi gerast rættiliga javnur.

Og spennandi bleiv tað eisini á Skála. Liðini skiftust um at føra, og síðstu løtuna kundi sigurin farið báðar vegir.


StÍF legði bragdliga fyri

Tað var heimaliðið, sum legði betur fyri henda dagin. Tær komu á odda 2-0 beinanvegin, og fyrstu løtuna hevði Kyndil trupulleikar við at vinna leiðsluna inn aftur. Tær royndu at svara aftur, men hvørja ferð Kyndil skoraði, so svaraði StÍF aftur.

Um miðjan hálvleikin hevði StÍF økt um leiðsluna upp í 5-2, men eftir hetta raknaði Kyndil spakuliga við. Nú bleiv spælið hjá grøna havnarliðnum heldur betri, og undan steðginum var munurin eisini okkurt skifti bert eitt mál á liðunum.

Tá liðini fóru til hálvleiks, var StÍF tó enn einaferð á odda við tveimum málum, og hetta var helst eisini í lagið, tí StÍF hevði sitið á dystinum undan steðginum.


Kyndil svaraði aftur

Eftir steðgin var tað brádliga Kyndil, sum byrjaði sum eitt óløgi. Eftir bert seks minuttum høvdu tær skorað fimm ferðir, meðan StÍF bert hevði skorað eina ferð, so nú var tað brádliga Kyndil, sum var oman á við tveimum málum.

StÍF svaraði tó skjótt aftur, oeg eftir hetta skiftust liðini um at vera á odda. Onkuntíð var Kyndil oman á, so var StÍF frammanfyri, og so var tað brádliga aftur Kyndil, sum hevði lagt seg á odda. Henda gongdin helt sær restina av dystinum, og tí bar slett ikki til at gita um, hvat lið fór at vinna dystin.

Tá tveir minuttir vóru eftir av dystinum, legði Kyndil seg tó enn einaferð á odda við einum máli, men álopið aftan á svaraði StÍF aftur, og so stóð enn einaferð á jøvnum. Liðini høvdu eisini møguleika at avgera dystin til egnan fyrimun, men endin var, at liðini samdust um ein 22-22 javnleik, og sum gongdin var í dystinum, so var janvleikurin eisini helst eitt rættvíst úrslit.