Kyndil-StÍF 22-22 (12-12)
StÍF og Kyndil hava ligið og kappast um fjórða plássið í Sunset kappingini hjá kvinnum í at kalla alt ár, og í gjárkvøldið skuldi so avgerðin fella, um hvat av liðunum skuldi fáa tað seinasta plássið í hálvfinalunum í landskappingini.
Undan dystinum lá StÍF tvey stig frammanfyri Kyndil, og tí skuldi Kyndil vinna dystin, fyri at tær skuldu hava møguleika at fáa StÍF aftur.
Eingin munur
Fyrri hálvleikur bleiv sera spennandi. Kyndil fekk eina betri byrjan uppá dystin, tá tær løgdu seg á odda við trimum málum alt fyri eitt. So við og við fótaði StÍF sær tó, og ikki gekk long tíð, fyrrenn tær bæði vóru komnar uppá javnleik og høvdu lagt seg á odda.
Kyndil visti tó, at tær skuldu vinna dystin. Tær svaraðu skjótt aftur, og so gekk sera javnt á restina av hálvleikinum. Munurin var ongantíð meir enn tvey mál, og tá liðini fóru til hálvleiks stóð eisini á jøvnum 12-12.
Kyndil líktist einum vinnara
Gestirnir inni av Strondum fingu eina betri byrjan uppá seinna hálvleik, tá tær løgdu seg á odda við tveimum málum fyrstu tveir minuttirnar. Hetta skelkaði tó ikki Kyndil á nakran hátt. Tær spældu sítt spæl, og tá 10 minuttir vóru farnir av seinna hálvleiki vóru tær aftur á odda. Nú vóru tað tær, sum vóru oman á. Tær førdu í fleiri førum við einum máli, men hvørja ferð eydnaðist strandakvinnum at svara aftur.
Átta minuttir fyri leiklok eydnaðist enn einaferð StÍF at javna, men so fekk Kyndil brádliga tvey mál á rað, so tá fimm minuttir vóru eftir at spæla, førdi Kyndil við tveimum málum, og nú líktust tær brádliga einum vinnara.
StÍF vildi tó ikki geva skarvin yvir. Tær kempaðu til tað síðsta, og tað eydnaðist eisini hjá teimum at tryggja sær javnleikin. Dysturin endaði 22-22, og sostatt liggur StÍF enn á tí týdningarmikla fjórða plássinum, sum gevur atgongd til hálvfinalurnar.
Fakta
Kyndil-StÍF 22-22 (12-12)
Málskjúttar:
Kyndil: Jacklin Durhuus 8, Lina Andriulyte 5, Randi Wardum 5, Anja Heinadóttir 2, Ronja Mikkelsen 2 (1)
StÍF: Rebekka Justinussen 8 (1), Ninna K. Johansen 6 (1), Rósa Johansen 3, Bára B. Danielsen 2, Fríðrun Danielsen 2, Sólfríð Christiansen 1
Brotskøst: Kyndil 1, StÍF (4)