Hondbóltur
Tað líkist einari hampuliga stórari málverjarokadu í føroyskum manshondbólti til komandi kappingarár. Í øllum førum tykist greitt, at fýra av teimum bestu málverjunum í kappingini ikki fara at spæla við somu feløgum í heyst, sum teir gjørdu við kappingarlok í fjør.
Vit hava áður nevnt, at tað í øllum førum var sannlíkt, at Kyndil skuldi hava nýggjan málvera, tí Jens av Skipagøtu í øllum førum ikki spælir alt komandi kappingarárið. Kyndil hevði í fjør eisini Petur Magnusson í málinum seinasta partin av kappingini, men hesin verður nú aftur at síggja í Neistanum, sum hevur mist danan, Lars Winther.
Johan til Kyndil
Fyri at byrgja upp fyri hesum hevur Kyndil verið á Strondum eftir málverja, og komandi ár fer so Johan Danielsen at spæla við teimum grønu úr Havn.
Við Sosialin sigur Johan, at felagsskiftið mest av øllum er íkomið, tí hann hevur hug at royna onkrar nýggjar avbjóðingar.
- Tað haldi eg er fremsta orsøkin til, at eg skifti felag til komandi ár. At tað so júst er Kyndil, kemst í stóran mun av, at Jónleif Sólsker verður venjari hjá teimum komandi ár. Mær dámdi væl at arbeiða undir honum á Skála, og eg gleði meg til nýggju avbjóðingina í Kyndli.
Tað hevur ljóðað, at StÍF skal fáa ein rumenskan málverja til komandi kappingarár, men Johan avvísur, at hetta hevur nakað við skiftið at gera.
-. Nei, avgjørt ikki. Tvørtur ímóti kundi tað verið spennandi at fingið ein somikið sterkan kappingarneyta í málinum, men avgerðin hjá mær hevur so einki við tað at gera. Lat meg eisini leggja afturat, at eg eri glaður um tað forstáilsi, sum eg havi møtt, tá eg havi greitt fólki frá hesum. Eg havi jú altíð spælt hondbólt við StÍF, og eg skal helst eisini kunna tosa við fólk á Skála og Strondum aftur, sigur Johan at enda.
Kyndilsvenjarin, Jónleif Sólsker, er sjálvandi eisini fegin um, at tað hevur eydnast at fingið Johan at verja málið komandi kappingarár.
- Johan er so avgjørt ein góður fongur at fáa hjá einum og hvørjum liði. Tað er ikki víst, hvussu verður við Jens, men í øllum førum hevði hann ikki verið her alt kappingarárið, og tí kann eg bara vera nøgdur um, at hesin trupulleikin nú er loystur.
Eingin rumeni er komin
Sum nevnt omanfyri, so hevur tosið gingið um, at StÍF komandi ár skal hava ein rumenskan málverja, sum leikandi venjarin, Costin Dumitrescu, hevur fingið fatur á. Av Skála verður tó sagt, at einki enn er avgjørt hesum viðvíkjandi.
- Tað er rætt, at tað hevur verið tosað aftur og fram um hatta, men enn er so einki ítøkjuligt hent við hesum, sigur Andrass Danielsen av Strondum. Hann vísur á, at hetta veldst um so nógv, og at endalig støða enn ikki er tikin til spurningin.