ST: Fólkadráp og krígsbrotsverk framd í Myanmar

Móttakari av nobelfriðarheiðurslønini sleppur ikki undan kritikki

Viðferðin sum muslimski Rohingya-fólkabólkurin hevur fingið í asiatiska landinum Myanmar er at meta við fólkadráp. Tað er niðurstøðan í eini frágreiðing hjá mannarættindaráðnum hjá ST, ið ákærir fleiri hernaðarleiðara fyri at fremja fólkadráp og krígsbrotsverk. Tað skrivar Danmark Radio.


Frágreiðingin byggir á kanningar, ið umboð hjá ST hava gjørt seinasta árið. Millum annað hava tey vitjað í teimum økjum, har Rohingya-fólkabólkurin helt til, áðrenn tey flýddu undan herdeildunum hjá stjórnarherinum.


Í frágreiðingini verður mælt til, at seks hernaðarleiðarar verða skuldsettir fyri fólkadráp í trimum landspørtum. Harímillum er leiðarin fyri herin, Min Aung Hlain.


Funnist verður eisini at stjórnarleiðaranum Aung San Suu Kyiv, sum í 1991 fekk handað Nobel-friðarlønina. Mett verður, at hon og stjórnin eru sek í ikki at verja fólkabólkinum móti krígsbrotsverkunum hjá herinum, skrivar dr.dk.


Mett verður, at meira enn 700.000 limir í Rohingya-fólkabólkinum eru flýdd til Bangladesj.