StÍF livir í vónin

Greiði sigurin á Kyndli í gjár prógvaði, at StÍF framvegis skal takast í álvara. Teir eru fýra stig frá FM-finaluni, og komandi vikurnar skulu teir av álvara til próvtøku, tá H71 og Neistin bíða

HONDBÓLTUR

 

Fýra stig. Fyrst H71, so Neistin. Nú ella ongantíð.

Tað skuldi verið týðiliga fyri øll rundan um felagið StÍF. Komandi vikurnar fara at avgerða, um teir skulu eiga lut í finaluni um FM-heitið. Greiði sigurin á Kyndli í gjár prógvaði, at StÍF skal takast í álvara, og at havnarmenn og hoyvíkingar kunnu fáa kapping til tað seinasta um finalupláss.

 

Greitt omaná

Sigurin á Kyndli var fult uppiborin. Í fyrra umfarinum var javnt, men eftir hvíldina setti heimaliðið ferð á, og tá høvdu gestirnir ongan møguleika. Serliga var trupult hjá grøna havarliðnum at verja fyri Mortan Hansen, sum eisini var toppskjútti við 10 málum. Tað merktist væl hjá Kyndli, at Høgni Klein Olsen ikki var við, vegna skaða. Ov ofta vóru loysnirnar í álopsspælinum tær somu, og serliga í seinna hálvleiki manglaði hugflogið. Verjuparturin riggaði væl hjá báðum liðum í fyrra umfarinum, meðan teymarnir vóru meira leysir eftir hvíldina.

StÍF hevði munin allan dystin, og vann tá avtornaði við 28-20.

Toppskjúttar hjá Kyndli vóru Janus Einar Sørensen og Bárður Johannesen, sum skutu seks mál hvør.

 

Liva í vónini

StÍF livir framvegis í vónini um finalupláss. Tað eru fýra stig sum skilja teir frá Neistanum, sum í løtuni liggur á øðrum plássi. Og um tvær vikur skulu strandingar vitja í Hoyvíkshøllini. Tá verður avgjørt, um liðið skal fáa enn ein møguleika at ota seg nærri oddinum. Kyndil, hinvegin, kann bjarga kappingarárinum við at vinna steypafinaluna komandi vikuskifti. Teirra leiklutur í landskappingini verður nú at stjala stig frá ovaru liðunum.

 

Fakta um dystin

StÍF-Kyndil 28-20 (10-8)

10 min: 2-2

20 min: 7-4

40 min: 16-11

50 min: 22-15

Málskjúttar

StÍF: Mortan Hansen 10(3), Bárður Danielsen 5, Rúni Niclasen 4, Hávardur Trúgvason 3, Cristian Preda 3, Andre Danielsen 2, Pauli G. Hansen 1

Kyndil: Bárður Johannesen 6(1), Janus Einar Sørensen 6(2), Jónleif Sólsker 4, Hans Áki Dal-Christiansen 2, Hans Arni B. Thomsen 1, Josef Abrahamsen 1

Brotskøst: StÍF 3, Kyndil 5

Útvísingar: StÍF 3, Kyndil 2

Dómarar: Kristian Joensen & Karstin Joensen