Eftir aldraskiftið var StÍF steypalið burtur av. Frá 2001 til 2008 var liðið í steypafinaluni hvørt ár. Heilar seks ferðir stóð StÍF eftir við steypinum. Nú eru fýra ár síðani, at strandingar hava verið annað enn áskoðarar til steypafinaluna. Seinastu fýra árini hevur Neistin vunnið gullið hvørt ár, men í ár eru teir úti.
Við 27-17 ósigrinum í Høllini á Hálsi eru fimm stig upp til hoyvíkingar, sum liggja á øðrum plássi. Millum har liggja bæði Kyndil og VÍF við seytjan stigum, og vestmenningar hava spælt ein dyst færri. Tí er vegurin til FM finalurnar bæði langur og torførur at røkka.
«Ja, nú er størri trýst á okkum til steypakappingina, ásannar ein vónbrotin Alexandur Johansen eftir dystin í Gundadali.
Venjarin hjá StÍF er alt annað enn nøgdur við avrikið hjá sínum monnum, sum at kalla allan dystin runnu aftaná kyndlamonnum.
«Spæla vit fleiri dystir upp á henda mátan, so skrambla við niður eftir stigatalvuni, sigur Alexandur Johansen.
Lítið og einki riggar hjá teimum hvítu og reyðu av skálafjørðinum. Sjálvt Sveinur Justinussen hevur ilt við at koma til skot og raka málið.
«Fokus hjá monnum var so ikki til hendan dystin, Ert tú ikki uppsettur, so verður tú hólvaður av, er staðfestingini hjá venjaranum.
StÍF vann fyrru hálvfinaluna á Skála við tveimum málum. Tann dystin kundi strandingar havt vunnið við fleiri málum, men tað er nokk ongin ivi um, at tað verður eitt brak av einum dystin hóskvøldið í Vestmanna. FM møguleikin hjá strandingum er lítil, meðan vestmenningar ikki hava verið í steypafinaluni síðani 2007, og ikki vunnið steypagull síðani síðast í farnu øld.
«Mær nýtist ikki at tosa við stórum bókstavum, eg vóni at mínir spælarar skilja støðuna teir eru í, leggur Alexandur Johansen afturat.
Ludvík toppskjútti
Fyri Kyndil kom sigur væl við. Teir eru úti av steypakappingini og ein ósigur hevði sett teir í støðuna hjá StíF, har tað eru fimm stig upp til nummar tvey, og tvey lið í vegin við 17 stigum. Nú eru trý stig upp til annað plássið. Kyndil skal ikki spæla aftur fyrr enn miðskeiðis í komandi mánaði.
«Hetta var ein týdningarmikil sigur, tí nú verður hugurin at venja komandi vikurnar betri, ásannar spælandi venjarin hjá Kyndil, Finnur Hansson.
Hann er sjálvur toppskjútti á liðnum við 63 málum, men tað var ein annar spælari, ið fekk flest mál fyri Kyndil. Talan er um Ludvík Súnason, sum við sínum 52 málum í hesum kappingarárinum er næst toppskorari hjá teimum grønu úr Havn. Hann skoraði sjey mál í dag.
Ludvík er eitt rímiliga óskrivað blað í føroyskum hondbólti, men spælir hann líka væl, sum hann gjørdi eitt nú í dag, so verður helst meiri at hoyra til fjølbroytta spælaran við tí stóra skegginum.
Hann tykist kunna spæla á næstan øllum plássum, er skjótur og hevur eitt hart skot. Hann tykist eisini vaksa við uppgávuni í løtuni.
Tveir aðrir, sum komu væl frá uppgávuni í gjár vóru Birgir Poulsen og Andrias Sólsker. StÍF hevði gott nokk ein ringan dag, og tí sá tað eisini nakað lætt út hjá Kyndli í løtum, men halda hesir menninir fram við at mennast, so kunnu teir blíva drúgvir í føroyskum hondbólti.
Kyndil óstøðugt
Málið og dreymurin hjá Kyndil er at røkka FM finaluni. Tað er framvegis ein møguleiki, men helst mugu teir grønu spæla meiri støðugt um tað skal bera á mál. Eitt er óstøðugu avrikini hjá tí einstaka spælaranum, men Kyndil hevur eisini ein annað trupulleika at dragast við.
«Vit hava ongantíð teir somu tíggju spælararnar klárar til tveir dystir. Vit hava spælarar sum arbeiða í Noreg, vit hava nakrar skaðar og so er ikki lætt at spæla eitt lið saman, greiður Finnur Hansson frá.
Fyrr í kappingarárinum misti Kyndil íslendska Hørður Fannar Sigtórsson, sum var drúgvur á strikuni. Vandin var, at hetta fór at merkjast á avrikunum hjá Kyndli, men bæði á vøllinum í gjár og á stigtalvuni í dag, sær út til, at Kyndil hevur megnað at tett holið eftir íslendsku kempuna.
Kyndil hevur nú fýra vikur at fyrireika seg til komandi dyst, sum er 16. feburar móti Team Klaksvík.
«Brúka vit hesa tíðina rætt, so kunnu vit fáa nógv burtur úr, sigur Finnur Hansson.
StÍF skal í eldin aftur longu hósdagin, og Alexandur Johansen vónar, at spælararnir hava fokus á rætta stað til tann dystin.
«Vit hava klárað okkum illa í Vestmanna í hesum kappingarárinum. Blivnir hólvaðir av faktist, so eg vóni at spælararnir hava fokus á rætta stað, sigur Alexandur Johansen at enda.