StÍF-kvinnurnar skelkaðu Stjørnuna

Stjørnan fekk ein veruligan skelk í byrjanini av dystinum, tí tá 10 minuttir vóru spældir, var StÍF á odda 6-1. Og hóast Stjørnan royndi at koma afturíaftur, helt StÍF fast allan fyrra hálvleik og var á odda 14-12 í steðginum.

 

Men beinanvegin í seinna hálvleiki svaraði Stjørnan so aftur. Tá tað fyrst var blivið 16-16, herjaði Stjørnan á í eitt korter og kom framum 24-17, áðrenn StÍF aftur byrjaði at fáa mál.

 

Tá var tað bara ov seint, so hóast StÍF hevði ein góðan endaspurt og minkaði munin niður í trý mál, eydnaðist ikki at fáa tikið Stjørnuna, sum at enda vann við fýra málum.

 

Stjørnan styrkti sína oddastøðu og er nú tvey stig framman fyri nummar tvey, sum er Tjaldur. StÍF er næstaftast, fýra stig framman fyri VB og tvey aftan fyri VÍF.

 

StÍF-Stjørnan 24-28 (14-12)