StÍF kom ov seint í gongd

(Ljóðsamrøða frá Rás2) Allan Norðberg iðrar seg um, at StÍF kom ov seint í gongd

TRÝST á PÍLIN undir MYNDINI, og hoyr samrøðuna, sum var á Rás2 við stórskjúttan hjá StÍF, Allan Norðberg, sum skeyt níggju mál, tá lið hansara, StÍF á heimavølli á Skála tapti 30-33 (13-19) ímóti KÍF.

 

Tó var nær við, at StÍF gjørdi ársins "comeback". StÍF var aftanfyri 19-28, og við einum ordan endaspurti hálaðu teir seg uppá javnleik 30-30. Men við støðuna 30-31 til KÍF brendi StÍF brotskast, og KÍF vann at enda 33-30.

 

Allan Norðberg iðrar seg um, at hann og liðfelagarnir komu alt ov seint í gongd, og tað gekk akkurát ikki hjá teimum í dag.  - Vit fingu tikið okkum saman í verjuni, og tað var tað, sum virkaði seinastu løtuna av dystinum, greiðir Allan Norðberg frá.