StÍF hongur í

Við brotskasti í seinastu sekundunum fekk StÍF annað stigið við sær úr Havnini sunnudagin

Stigið ger, at StÍF framhaldandi tykist vera einasta liðið, sum veruliga kann hótta VÍF í bestu mansdeildini.

Fyri Kyndil kundi stigið ikki gera frá ella til, tí teir longu hava leikt ein javnleik í grundspælinum.

Hinvegin er einki at ivast í, at Kyndil kann nýta positivu taktirnar úr dystinum til at brynja seg sálarliga til koamandi uppgerðirnar.´

Endaliga úrslitið gjørdist javnleikur 27-27, og vóru bestu málskjúttarnir ávíkavist Bjarni Wardum og Costin Dumitrescu, sum skutu 7 mál hvør


H71 vann aftur í dag, og hava teir nú av álvara blandað seg upp í sub-toppin, har teir saman við fyrst og fremst Kyndli og Neistanum skulu berjast um at nærkast StÍf og Kyndli.

H71 vann í Vestmanna 27-24 á KÍF, og gjørdi Halgir Dahl-Olesen 9 av málunum hjá hoyvíkingunum. Hjá KÍF skeyt Petur Martin Johansen 6 mál