Mikukvøldið verður seinna hálvfinalan í Coca Cola-kappingini á skránni ímillum Neistan og StÍF í manshondbólti. Fyrri dysturin endaði við 3 mála sigri til StÍF, og tí hava teir sett beina kós ímóti finaluni. Leiðslan er tó ikki størri, enn at Neistin væl og virðiliga kann tryggja sær sæti í finaluni. Kravið er tó at vinna við fleiri enn trimum málum.
StÍF hevur munin
Hyggja vit at undanfarnu dystunum ímillum liðini bæði í hesum kappingarárinum, so má sigast, at StÍF hevur havt munin.
Tríggjar ferðir hava liðini møtt hvørjum øðrum í landskappingini, og allir dystirnir eru endaðir við sigri til StÍF. Munurin hevur tó ikki verið serliga stórur. Strandingar hava nevniliga vunnið allar dystirnar við einum máli, og tí kann bara staðfestast, at teir duga betri at halda høvdið kalt í avgerandi løtunum.
Fyrra hálvfinalan fall eisini til fyrimuns fyri strandingar, men hesa ferð var munurin 3 mál, og neistamenn skulu vera glaðir fyri, at munurin ikki gjørdist enn størri. Strandingar førdu nevniliga stórt mitt í seinna hálvleiki, men móti endanum kom Neistin væl aftur, og tí er dysturin enn rættiliga opin undan seinnu hálvfinaluni.
Síðsti møguleiki hjá Neistanum
Sunnudagin tapti Neistin ein týdningarmiklan dyst ímóti júst strandingum í landskappingini. Hesin ósigur førdi við sær, at Neistin nú er heili 5 stig aftanfyri StÍF, sum liggur á øðrum plássi í landskappingini. Tí eru møguleikarnir ikki serliga stórir hjá bláa havnarliðnum at røkka finaluni um FM-heitið. Coca Cola-kappingini kann tí vera seinasti møguleiki hjá Neistanum at vinna nakað í ár, og tí fara teir helst at leggja nógv fyri í teirra royndum at vinna seinnu hálvfinaluna ímóti strandingum.
Teir skulu tó ikki vænta sær nakran lættan dyst, tí StÍF hevur verið mest sum fastur luttakari í steypafinaluni hjá monnum síðstu árini.










