StÍF heldur um møguleikan

StÍF-Kyndil 28-20 (10-8)

Eftir at hava tapt hálvfinaluna í steypakappingini fekk StÍF í dag uppreisn, tá Kyndil vitjaði fyri aðru ferð í fýra dagar.

Hesa ferð var heimaliðið tó greitt omaná. Fyri steðgin var munurin kanska ikki tann heilt stóri, men í seinna hálvleiki setti StÍF veruliga ferð á, og so stimaðu tær sær fram til ein trivaligan sigur.

 

Besti málskjútti hjá StÍF var Mortan Hansen, sum skoraði 10 ferðir. Bárður Johannesen og Janus Einar Sørensen skutu 6 mál hvør fyri Kyndil.