StÍF greiddi sína skyldu

Í einum týdningar­leysum dysti greiddi StÍF sína skyldu, tá botnproppurin KÍF vitjaði

Bæði StÍF og KÍF hava havt millum lítið og einki at spælt fyri seinastu vikurnar. Tað merktist sanniliga eisini í høllini á Skála í gjár. Fáir áskoðarar og lág leik­ferð var sereyðkenni, tá strand­ingar vunnu við trim­um málum á kollfirðingum, 26-23.

Lítið bit í

Liðini fylgdust stóran part av dystinum, hóast StÍF alla tíðina var eitt vet omanfyri. Teir vunnu sær eina leiðslu beinanvegin í dystinum, sum teir varðveittu restina av tíðini.

Lítið bit var í verju­spæl­inum hjá báðum liðum, og alt ov ofta var lætt spæl. Tað bilti helst heldur einki, at áskoðararnir fingu nógv mál, tá spenningurin var burtur.

StÍF vann uppiborið og hevur nú 16 stig. Tað eru 10 stig fleiri enn KÍF, sum er á aftasta plássinum.

StÍF-KÍF 26-23 (13-8)

StÍF: Rúni Niclasen 7, Hávardur Trúgvason 5, Christian Preda 4, Jóanes Prestá 4, Bent Djurhuus 2, Mortan Hansen 2, Bárður Danielsen 1, Jørmund Joensen 1

KÍF: Regin Petersen 5, Niklas Reginsson 5, Suni Johannesen 4, Ási Dam 3, Teitur Joensen 3, Hallur Hansen 1, Jákup Trúgvason 1, Rógvi Weyhe 1