StÍF: Fyrireikaðir upp á Andrias

Strandingar blivu hólvaðir av í steypafinaluni hjá monnum fyri eini viku síðan. Í dag skulu teir aftur møta KÍF, men hesa ferð eru strandingar klárir at steðga steypahetjuni hjá KÍF.

 

- Vit ynskja sjálvandi at vaska stórtapið av okkum, sigur Alexandur Johansen, venjari hjá StÍF.

 

Hann ásannaði, at KÍF var betri í finaluni, men heldur eisini, at hann kann gera nøkur ting øðrvísi til dystin í dag. Millum annað verður Andrias Nielsen, høgri bakkurin hjá KÍF og toppskjúttin í steypafinaluni, tikin í størri álvara í dag.

 

- Vit høvdu ikki fyrireika okkum nóg væl upp á teirra høgra bakk, men tað hava vit nú. Vit roknaði ikki við, at Andrias fór at klára ein heilan dyst, tí hann var júst komin aftur frá skaða, greiður Alexandur Johansen frá.

 

Hann leggur eisin dett á, at verjuspælið skal verða betri í dag, um teir skulu fáa nakað heim við úr Kollafirði.

Atlantic Airways deildin:

KÍF – StÍF (16.00) Beinleiðis á Rás2

VÍF – Neistin (16.00)

 

Fríggjadagin 15.feb:

Team Klaksvík - Kyndil 26-28

 

Støðan:

1. KÍF 25(Stig)

2. H71 20

3. VÍF 19

4. Kyndil 19

5. StÍF 17

6. Neistin 10

7. Team Klaksvík 0