Coca-Cola kappingin, menn
Tvey ár á rað hava strandingar vunnið føroysku steypafinaluna, og nú eftir fyrru hálvfinaluna mikukvølidð tykjast teir vera ávegis einum reinum hat-trick í so máta.
Fyri triðju ferð í ár eydnaðiast nevnliga StÍF at vinna dyst á VÍF, og tó at talan var um tepran sigur móti einum skerdum liði, so gevur hetta í øllum førum strandingunum fyrimunin undan seinnu hálvfinaluni.
Tað var nevnliga eitt skert VÍF-lið, sum tók ímóti í Vestmanna mikukvøldið. Eitt er, at Sámal Joensen ikki hevur verið við tað mesta av árinum vegna knæskaðan, men at VÍF nú eisini skuldi royna seg uttan Inga og Áka Olsen, gjrødist kanska ov nógv av tí góða hjá liðnum. Neyvan man nakar hópur í landinum vera somikið breiður, at hann tolir missin av trimum slíkum leikarum, og tað toldi VÍF so heldur ikki, tó at tað var nær við.
Fyri tað mesta var tað nevnliga so, at vestmenningar stóðu betri á vøllinum mikudagin. Við Daniel Rápa og Piti Negru á bakkplássunum eydnaist alla tíðina at halda trýstinum á strandingunum, sum hinvegin ikki fingu sítt spæl at koyra nóg væl.
Men tað var kortini so, at væntandi breiddin kostaði í longdini. Bæði miðskeiðis í fyrra og í seinna hevði VÍF togað seg nakað burturfrá, men í báðum førunum eydnaðist tað hjá StÍF at svara aftur. Í seinna hálvleiki var munnurin annars 3 mál ,tá eitt korter var eftir, men við seks málum á rað koppaðu strandingar øllum á høvdið. Restina av dystinum megnaðu vestmenningarnir bert tríggjar ferðir at senda bóltin inn um rumenska málverjan hjá StÍF, og tað var so ikki nóg mikið.
Sum nevnt, so er sjálvandi einki avgjørt enn, nú bert eitt mál skilir partarnar, men tað er so tann fyrimunurin, sum StÍF hevur við á vøllin til seinnu hálvfinaluna. Seinnu árini hevur StÍF eisini havt eitt gott tak á VÍF og ikki minst er hetta komið til kennar í steypakappingini.
Munurin millum tey bæði árini og so nú, tykist tó at vera, at í ár hava strandingar nógv meira at hugsa um í landskappingini, har teir eru oddalið. Áður hevur VÍF verið ov sterkt fyri hini í longdini, og tí hevur StÍF kunna savnað alla orku um júst hesar dystirnar, men í ár er støðan ein onnur.
Leikliga er talan jú um tvey sera jøvn lið, og tí verður tað ikki minst avgerandi, hvussu leikararnir eru fyri sálarliga, tá seinna hálvfinalan verður á skránni.
Dysturin í tølum
VÍF-StÍF 24-23 (13-12)
Málskjúttar:
VÍF: Áki G. Olsen 6, Piti Negru 6, Daniel Rápa 5, John Zachariasen 3, Ólavur Brimnes 3
StÍF: Costin Dumitrescu 10, Bent Djurhuus 3, Artur Johansen 3, Sveinur Justinussen 3(2), Kristjan Petursson 2, Jón Rasmussen 2, Alexandur Johansen 1
Brotskøst: StÍF 2
Útvísingar: VÍF 1, StÍF 2
Dómarar úr Kyndli: Hannis Wardum & Eyðun Samuelsen