Coca-Cola kappingin
Um vestmenningar so smátt eru farnir at fáa okkurt slag av kompleksi mótvegis StÍF, so er einki løgið í hesum.
Fýra ár á rað hevur StÍF verið endastøðin hjá VÍF í steypakappingini, og tey trý seinastu árini hevur hetta verið í hálvfinaluni, meðan tað í 2001 var í sjálvari finaluni.
Tað hevur tó ikki verið soleiðis, at vestmenningar eru smurdir av, tá hesir dystir hava verið á skránni. Verða úrslitini av teimum sjey dystunum í steypakappingini millum liðini hesi árini løgd saman, so hevur StÍF alt í alt skotið fýra mál fleiri, men tað hevur so akkurát verið nóg mikið til at knógva VÍF kortini.
Tungir vestmenningar
Hesa ferð mundi uppgerðin tó í nógvar mátar kennast eitt sindur øðrvísi. Kanska serliga hjá strandingunum, sum ikki mundu vera heilt álvuligir við, at teir framvegis mugu vera Marian Cirloganescu fyri uttan, og tó at Rasmus Magnusson í fyrru hálvfinaluni hevði sýnt, at hann er ein framúr eykamaður at hava á liðnum, so tóktist tað fyrstu løtuna soleiðis, at VÍF fór at gera bart.
VÍF var liðið, sum legði haldur bragdligari fyri, men tá Rasmus so fekk fótin á eitt brotskast frá Sámali Joensen, trýsti hetta líka sum eitt sindur av trúgv inn á StÍF. Alt fyri eitt høvdu teir togað seg ájavnt VÍF, og eftir at teir fóru framum til 6-5, fekk VÍF ongantíð fatur aftur á StÍF.
Restina av fyrra hálvleiki var enntá líkt til, at talan skuldi gerast um veruligt sorl. Í álopspartinum tóktust Mihai, Alexandur og ikki minst Artur at vera sera væl upplagdir, og í verjupartinum megnaðu teir alla tíðina at halda flytingunum ígongd, soleiðis at skotsterku vestmenningarnir høvdu sera ilt við at fáa rúm til hesar royndirnar.
Og so skerst tað ikki burtur, at tunga uppspælið hjá VÍF ikki gjørdi uppgávuna so tæðandi torføra hjá heimaliðnum.At kalla einki hugflog og lítil ferð var yvir spælinum, sum var fullkomuliga sogið fyri sjálvsálit hjá einstøku leikarunum. Kanska einki at siga til, at nú gullkrýnda liðið í ár tykist uppliva sítt ringasta kappingarár í langa, langa tíð.
Sámal vs. Johansen
Heimaáskoðararnir vóru so smátt farnir at hugsa um finaludyst móti H71, tá farið varð undir seinna hálvleik, men nú tók tað bert fáar minuttir hjá VÍF at toga tey aftur til nútíðina.
Trý mál upp á eins nógvar minuttir munin niður í tvey mál, og so tendraði VÍF av álvara. Væl hjálptir av nøkrum rokeringum á liðnum, har Eli Müller nú var aftur í málinum, meðan Johnny lá sum offensivur eittari í verjuni, fekst nógv meira skil á verjupartin, og brádliga sýndi Sámal Joensen eisini nakrar av teimum taktum, sum fram til skaðan í fjør gjørdu hann til kanska besta skjúttan í landinum. Av høgra bakki knallaði hann ferð eftir ferð bóltarnar inn móti nærmasta stólpa, og tó at kanska tóktist nakað merkisvert, at skotini at kalla vóru identisk hvørja ferð, so sigur tað eisini nakað skot-teknikkin, at málverjin kortini hvørja ferð varð fangaður á skeiva beininum.
Nakrar ferðir megnaði Artur Johansen tó at svara aftur, men tá eittarin hjá Johnny so alt meira tók skap av regulerari mansverju, stóð brádliga heilt nógv á strandingunum. Men samstundis sum mansverjan skerdi vandamesta vápnið hjá StÍF, so lat tað eisini upp fyri øðrum møguleikum. Fótfimu leikararnir fingu nú betri pláss, tá vart varð við fimm móti fimm, og ikki minst tóktist lítli-beiggin hjá Artur at trívast væl við hesum. Maðurin má í nógvar mátar roknast sum botnfrekur, og hetta varð eisini undirstrikað, tá hann skuldi taka tað seinasta av sínum fýra brotskøstum.
VÍF hevði tá strítt seg upp á 21-22. Høllin var á gosi, og tá Dejan Lacok kom inn til at taka brotskastið, var eyðsýnt, at eitt sálarligt spæl á høgum plani fór fram. Málverjin stóð sjálvur við bóltinum, áðrenn hann at kalla sletti hann út til Alexandur. Og tá dómarin bríkslaði leyp Dejan alt fyri eitt einar tveir metrar fram úr málinum. Men hóast trýstið, so helt 4?arin hjá StÍF høvdinum ísakalt, og heldur enn at skjóta, so varð bólturin at kalla sleptur við einum bleytari skrúvu beint framvið beinunum á frysta mávlerjanum, soleiðis at tað aftur vóru tvey mál á muni.
VÍF knekkaði
Nú er tað sjálvandi so í hondbólti, at eitt einstakt mál ikki ger so øgiliga nógv av, men júst í hesum førinum hevði tað eina velduga broyting við sær. Fyri strandingarnar mundi tað í øllum førum kennast sum eitt tekin um, at her var so einki at ræðast, og tó at Vestmenningar vóru komnir heilt nær, so tók hetta eisini nakað av broddinum av teimum.
Tað framvegis sera tætt, men tað stóð líka sum greitt eftir hetta, at tað skuldi ikki eydnast teimum at toga seg framum við málinum, sum tryggjaði finalusessin. Tveir minuttir fyri leiklok fingu teir aftur minkað niður í eitt mál, og tá StÍF so mistók seg í næsta álopinum, fingu teir seinasta møguleikan. Men hesin varð tó tveittur burtur, tá Johnny sendi beint í føvningin á verjuleikara, heldur enn at finna Agnar á strikuni, og so kundu strandingar draga andan lættari. Aftur hesa ferð var munurin bert eitt mál, men saman við leiðsluni úr Vestmanna var vandin nú av, og so kann besta føroyska steypaliðið seinnu árini aftur gera seg til reiðar at spæla steypafinalu. Hesa ferð móti hoyvíkingum.
Dysturin í tølum
StÍF-VÍF 27-26 (15-10)
StÍF víðari við samanlagt 52-50
Málskjúttar
StÍF: Alexandur Johanen 8(4), Artur Johansen 8, Mihai Marinescu 6, Sverri Justinussen 2, Bent Djurhuus 1, Leivur Justinussen 1
VÍF: Sámal Joensen 14, Agnar Joensen 3(1), John Zachariasen 2, Daniel Rápa 2, Áki G. Olsen 2, Piti Negru 2, Harald Bjørgvin 1
Brotskøst: StÍF 4, VÍF 3
Útvísingar: StÍF 6, VÍF 2
Dómarar úr Neistanum/Kyndli: Kristian Johansen & Gunnar Gregoriussen. Kom til tíðir til sjóndar, at teir ikki eru so vanir at døma saman, men tá tað alla tíðina stóð greit, hvør hevði kommando?ina, skapti hetta ikki nakrar óneyðugar trupulleikar.