Hoyvíkingar vóru nakað skerdir undan dystinum, tí hvørgin av vanligu føstu málverjunum var tøkur. Tí noyddust teir at seta álitið á Jens Skipagøtu, sum mangan hevur verið teimum drúgvur.
Tað var tó ikki nóg mikið í dag. StÍF hevði í Marian Cirloganescu ein sterkan aftasta skansa, og við Gabriel Stanciu, Cristian Preda og Mortan Hansen sum krumtappum í álopsspælinum eydnaðist strandingum at halda seg framman fyri H71 størsta partin av seinna hálvleiki. Og altso eisini í seinastu hektisku minuttunum.
H71-StÍF 26-27 (13-14)