VB-StÍF 25-25 (15-14)
Kvinnurnar hjá StÍF høvdu helst einki havt ímóti, um tær spældu fleiri enn tveir dystir um árið í Vági.
Í grundspælinum fingu tær nevnliga øll stigini við sær, og hesa ferð kom javnleikurin til høldar í einum dysti, har tað alla tíðina leikaði javnt á.
VB-kvinnurnar høvdu kanska dystin móti Sjtørnuni í gjár í beinunum, men tað skal einki takast frá StÍF, sum enn einaferð stríddist fyri sínari søk.
Munurin millum liðini var onkra einstaka ferðina uppi á tveimum málum, men VB mundi tó halda, at tær høvdu sigurin hiema, tá tær skoraðu til 25-23. Seinastu fýra minuttirnar megnaðu tær tó als ikki at skora, og enntá misnýttu tær brotskast, og so kundu gestirnir við teimum báðum seinastu málunum fara avstað við øðrum stiginum.
Hjá VB skeyt Ivana Ljubicic 6 mál. Tað sama gjørdi Ninna K. Johansen fyri StÍF.