StÍF fall í Hoyvík

H71-StÍF 22-21 (10-13)

Strandingar hava higar til verið púrasta tryggir í oddinum, men í dag taptu teir fyri aðru ferð í tríggjar dystir.

H71 hevði kanska ikki serliga gott tak fyri steðgin, men hóast teir ikki høvdu tað heilt stóra at spæla fyri, so stríddust teir allar 60 minuttirnar á tamb.

Og tá StÍF so bara skoraði 8 ferðir seinasta hálva tíman, megnaðu vertirnir at toga seg fram um móti dystarenda.

Besti málskjútti hjá H71 var Dánjal Tórgarð við 8 málum. Fyri StÍF skeyt David Edvardsen 7 mál.