Manshondbóltur
Strandingar eru nú einsamllir á odda í bestu mansdeildini í hondbólti. Tað syrgdu teir fyri, tá teir vunnu útidystin á H71, samstundis sum vestmenningar høvdu frí, og nú fýra tey fremstu liðini hava leikt sjey dystir hvør, hava strandingar tvey stig fleiri enn argastu kappingarneytarnir.
Mikudagin megnaði H71 tó eina góða løtu at muta ímóti yvirvágini hjá StÍF. Eitt skifti í fyrra hálvleiki hevði heimaliðið eisini greiða leiðslu, men so við og við gjørdist alt meira sjónligt, at her var kortini ein ávísur munur á.
Og í seinna hálvleiki var eingin ivi. Oddaliðið setti ferð á spælið eina løtu, og tá so er, so eru fá lið í landinum, sum standa teimum kurl, og tað gjørdu hoyvíkingarnir heldur ikki.
Sum sagt, so er StÍF nú einsamalt oddalið í deildini. Enn er sjálvandi langt eftir á mál, men tað er einki at ivast í, at strandingar fara at gerast sera drúgvir í ár. Spælið hevur til tíðir verið heilt framúr, og í mun til so nógv av teimum undanfarnu árunum, so hava teir í ár sýnt nógv størri stabilitet í avrikum sínum. Ein stabilitetur, sum er neyðugur, um liðið skal koma longur enn »bara« at vinna steypakappingina.
Dysturin í tølum
H71-StÍF 23-30 (14-14)
Málskjúttar:
H71: Johnny Durhuus 6, Halgir Dahl Olesen 5, Annfinnur N. Debess 3(1), Niels Viggo Niclasen 3, Høgni M. Joensen 3(1), Tróndur Vatnhamar 2(2), Jákup á Borg 1
StÍF: Sveinur Justinussen 10(5), Alexandur Johansen 7(1), Kristjan Petursson 4, Artur Johansen 3, Beint Djurhuus 2, Jón Rasmussen 2, Janus Trúgvason 1, André F. Danielsen 1
Brotskøst: H71 5, StÍF 7
Útvísingar: H71 2, StÍF 1
Dómarar úr Neistanum: Sámal Hansen & Kristian Johansen