StÍF er yvir øllum í steypakappingini

StÍF-VÍF 26-25 (11-14)

Steypafinalan millum VÍF og StÍF var sera spennandi. Vestmenningar høvdu gott tak á strandingum meginpartin av dystinum, men móti endanum av dystinum, var tað StÍF, sum knappliga setti turbo til.

 

Seinasta málið í dystinum skoraði Sveinur Justinussen hálvan minutt fyri tíð. VÍF fekk ein seinasta kjans at javna, men Marian í málinum hjá StÍF bjargaði skotinum frá Inga Olsen

 

Hetta var fjórða árið á rað, at StÍF vann steypafinaluna í manshondbólti. Hetta var samstundis triðja árið á rað, at VÍF tapti steypafinaluna.