StÍF er flúgvandi

Eftir sigur í høvuðsstaðnum í kvøld eru StÍF-menninir ósigraðir síðstu fýra dystirnar.

Eftir eina vánaliga byrjan upp á kappingarárið, eru menninir hjá StÍF av álvara farnir at gera um seg í FTZ-deildini. Teir hildu fast í góðu gongdini, tá ið teir í kvøld vóru á vitjan hjá Neistanum.


Gestirnir vóru á odda 14-8 í hálvleikssteðginum, og í seinna hálvleiki eydnaðist tað ongantíð Neistanum at koma tættari enn fýra mál á muni. StÍF vann at enda 27-22.


Allan Norðberg skeyt heili 11 mál fyri StÍF, meðan Rói B. Hansen og Andras Joensen skutu hvør síni fimm mál fyri heimaliðið.


Hetta var fjórði dysturin á rað hjá StÍF uttan tap. Teir hava nú yvirhálað Neistan – tó einans vegna frægari málúrtøku, tí bæði liðini hava nevniliga átta stig og eru trið- og næstniðast. Neistin hevur tó spælt ein dyst færri.