StÍF er enn við í finalustríðnum

Neistin var var væl við at kalla allan dystin ímóti strandingum, men at enda dró StÍF longra stráðið og vann dystin. Við sigrinum halda teir enn fast í vónini um at røkka finaluni um meistaraheitið

StÍF-Neistin 32-29 (17-15)

Strandingar hava havt takið á Neistanum í hesum kappingarárinum. Ikki tí, munurin á liðunum hevur ikki verið so stórur í teimum trimum dystunum, sum hesi bæði liðini høvdu leikt undan dystinum sunnudagin, men felags fyri undanfarnu dystirnar var, at StÍF hevði vunnið teir allar. Hetta var tó ikki einasti felagsnevnarin fyri dystirnar, tí StÍf hevði nevniliga vunnið allar undanfarnu dystirnar við einum máli, so munurin kann ikki sigast at hava verið tann heilt stóri millum liðini bæði.
Setningurin var tó greiður hjá báðum liðunum undan dystinum í ítróttarhøllini á Skála sunnudagin. Um tey ætlaðu sær at halda fast um vónina at røkka einum plássi í FM-finaluni, so skuldi dysturin sunnudagin vinnast.

Gekk javnt á
Í fyrra hálvleiki var alt, sum bendi á, at hetta fór at gerast ein sera spennandi dystur. Liðini byrjaðu í eini høgari leikferð, og tað var týðiligt, at hvørki av liðunum hevði hug at lata hitt liðið sleppa fram um.
Tað vóru tó gestirnir úr Neistanum, sum komu heldur betur frá byrjan, men ikki gekk long tíð, fyrrenn strandingar høvdu javna út og høvdu lagt seg á odda. Neistin bleiv tó við at hanga í heimaliðnum, og um miðjan hálvleik stóð aftur á jøvnum millum liðini.
Mitt í hálvleikinum var tó eina lítla løtu líkt til, at StÍF ætlaði sær frá Neistanum. Teir løgdu seg á odda við tveimum málum, men enn einaferð svaraði Neistin aftur, og so gekk aftur javnt á ímillum liðini tað mesta av hálvleikinum.

Dysturin tóktist avgjørdur
Síðstu løtuna av fyrra hálvleiki kom tó aftur gongd á strandingar. Teir vunnu seg nakað fram við gestunum, sum nú tóktust hava ávísar trupulleikar at fylgja við heimaliðnum. Hetta gagnnýtti StÍF til at leggja seg á odda við trimum málum tætt undan steðginum, men móti endanum fekk Neistin minka um munin, soleiðis at bert tvey mál vóru á muni í steðginum.
Síðstu løtuna av fyrra hálvleiki vístu strandingar sera gott spæl, og fyrstu løtuna eftir steðgin hildu teir fram við góða spælinum, sum teir høvdu víst ímóti endanum av fyrra hálvleiki. Tríggjar minuttir inn í seinna hálvleik høvdu teir nevniliga økt enn meir um leiðsluna, soleiðis at munurin nú var fimm mál, og nú tóktist dysturin brádliga vera avgjørdur.
Neistamenn høvdu tó sæð hvønn veg tað bar, og næstu løtuna løgdu teir nógv fyri at fanga StÍF aftur. Hetta tók ikki langa tíð hjá Neistanum, tí góðar tveir minuttir seinni høvdu teir skora fýra ferðir, meðan strandingar m.a. vóru raktir av eini útvísing, og so var aftur bert eitt mál á muni millum liðini.
Nú gekk javnt á næstu langu løtuna. Onkuntíð førdu strandingar, so førdu neistamenn, og langt út í dystin var slett einki avgjørt. Strandingarnir vístu seg tó at hava betru nervarnar síðstu løtuna, og tá fimm minuttir vóru eftir at leika, høvdu teir vunnið sær eina tvey mála leiðslu. Neistin megnaði at minka um munin niður í eitt mál, men síðstu minuttirnar avgjørdu strandingar alt til egnan fyrimun. Teir fingu nevniliga síðstu tvey málini í dystinum, og so tryggjaðu teir sær ein 32-29 sigur á gestunum úr Neistanum.
Við sigrinum er StÍF enn væl við í stríðnum um eitt finalupláss, og dysturin ímóti Kyndli næsta vikuskiftið kann gera av, hvat av hesum báðum liðunum endar í finaluni.

Fakta

StÍF-Neistin 32-29 (17-15)
Málskjúttar:
StÍF: Finnur Hansson 8 (1), Mortan Hansen 7, Sveinur Justinusen 6, Andre Danielsen 4, Leivur Justinusen 3 (1), Jacob Jónsson 2, Borgar Danielsen 1, Bárður Danielsen 1
Neistin: Blagoje Buha 6, Roar Dalsgarð 6, Jens Mohr 4, Áki Mørk 4 (1), Tróndur Kragesten 3, Birgir Poulsen 3, Dann Thorleifsson 2, Karl Oddmar Rasmussen 1
Brotskøst: StIF 3, Neistin 1