StÍF bumbað niður

StÍF-Sóljan 17-25 (7-11):

Sóljan vann sær fyrstu stigini í ár, tá uppflytararnir tey bæði seinnu árini hittust á Strondum, og størsta orsøkin til sigurin var uttan iva nýggi stórskjúttin hjá liðnum

 

Hondbóltur


Undan kappingini í ár mundu tey flestu rokna við, at uppflytaranrir úr aðru deild, StÍF, neyvan fóru niður við brestin, og í øllum varð roknað við, at tær vóru betri fyri, enn Sóljan var, tá tær fyri einum ári síðani høvdu leiklutin sum uppflytarar.


Tamarhald á

Um so er, skal ikki vera sagt her, men tað tykist í øllum førum soleiðis, at Sóljan í dag er munandi betri fyri, enn tær vóru fyri einum ári síðani.

Fyrsta dystin taptu tær tepurt fyri VB, sum verður roknað millum sterkastu liðini, og sunnudagin eydnaðist tað so vágagentunum at ogna sær øll stigini inni á Skála.

Ikki óvæntað, so var tað fyrst og fremst skotstyrkin hjá Asta Petrouskiene, sum gjørdi av við uppflytararnar, men hóast týdningurin av hesum sjálvsagt er ovurstórur, so tykist restin av liðnum nú eisini at fylgja betri við, enn tær gjrødu fyri einum ári síðani, tá Simona Dziugyte var stórskjúttin á liðnum.

Liðið er sum so eisini rættiliga ungt, og tí var helst eisini væntandi, at menningin á liðnum fór at verða sjónlig, men hinvegin hevði neyvan nakar roknað við, at byrjanin hjá liðnum fór at verða somikið góð, sum hon í veruleikanum hevur verið.

Hesa ferð hevði Sóljan fult tamarhald á dystinum frá fyrsa bríksli. Tær vunnu sær beinan vegin ein hampuliga stóran fyrimun, og eftir hetta vendist ikki hjá heimaliðnum.

Munurin vaks stútt og støðugt alla tíðina, og tá heimaliðið fram móti dystarenda minkaði nøkur fá mál um munin, var alt langt síðani avgjørt.


Dysturin í tølum:

StÍF-S´lljan 17-25 (7-11)

Málskjúttar:

StÍF: Sunfríð B. Jacobsen 5(2), Anna Maria Berthelsen 5, Ileana Manulescu 4, Poula Olsen 1, Anna B. Danielsen 1, Birna Mikkelsen 1

Sóljan: Asta Petrouskiene 11, Marjun Johansen 4(2), Sólja Jóanisdóttir 3, Jóhanna í Horni 3, Herthe J. Simonsen 2, Heidi S. Haraldsen 1, Heidi Maria Akselsen 1

Brotskøst: StÍF 3, Sóljan 2

Útvísingar: StÍF 1, Sóljan 1