Kvinnuhondbóltur
Fyrr ella seinni mátti tað henda, og tað mundu tey í VB eisini vera greið yvir. Eftir sjey sigrar á rað og enn einki tap í landskappingini í vetur, øktist vandin bara fyri, at okkurt av hinum liðunum hevði lúrt VB av.
So var eisini, tá VB var á Skála og vitjaði StÍF, tí strandakvinnur vóru væl fyrireikaðar og høvdu taktiskar snildir at taka í brúk frá fyrstu løtu.
Vápnið hjá StÍF var sera einfalt, men ikki minni effektivt: Daiva Toumaite og Reda Kurkauskiene blivu mansvardar allan dystin, og tað skerdi liðið hjá VB so nógv, at tað ikki vann upp land, men tapti fyri fyrstu ferð í vetur.
Tað vísti seg beinanvegin, at hóast VB kanska hevði fyrireikað seg uppá, at onnur skuldi verða tikin burturúr ? tað er jú hent so ofta í undanfarnu dystunum ? so átti VB einki nóg gott móttrekk, tá báðar tær litavisku blivu mansvardar.
Taktikkurin hjá StÍF, sum í útgangsstøðinum var grundaður á at pilka spælið hjá VB sundur, eydnaðist til fulnar, og hesin taktikkurin helt sær eisini allan dystin ? og kvinnurnar hjá StÍF fylgdu honum til punkt og prikkar!
Moralsk styrki
VB vísti seg at hava munin tað mesta av fyrra hálvleiki, men slapp kortini ongantíð ordiliga úr haftinum hjá StÍF.
Tað, sum VB fyrst og fremst fekk síni mál uppá, vóru mistøk hjá StÍF upp eftir vøllinum, ið VB ógvuliga kyniskt revsaði við skjótum mótálopum, ið ofta góvu mál.
Men hóast tað skuldi taka sína tíð, áðrenn stríðið hjá StÍF-kvinnunum vísti sítt virði á máltalvuni, má tað sigast at vera moralsk dygd, at trúgvin upp á tað kann bera allan vegin, sjálvt um hitt liðið blívur við at vera frammanfyri.
Spakuliga vann StÍF seg fram á VB, og ikki fyrr enn síðstu tíggju minuttirnar var dysturin av álvara opin, tí tá hevði StÍF bæði javnað og lagt seg framum.
Hesa løtuna royndi VB seg við sama vápni, tí bæði Asta Petrauskiene og Alina Olaru hjá StÍF blivu mansvardar, uttan at tað styrkti nakað um VB ? heldur øvugt.
Í endafasuni hevði StÍF fingið so gott tak á, at VB einki mál fekk síðstu fýra minuttirnar, meðan StÍF skoraði tríggjar ferðir og soleiðis bardi seg frá 24-25 upp á endaliga úrslitið 27-25.
Kanska ein ávaring
Ikki kann annað sigast, enn at hetta var ein uppiborin sigur, hóast tað ikki alla tíðina var so stuttligur og undirhaldandi hondbóltur.
Líka síðani kappingin byrjaði og VB bara bleiv við at vinna og vinna, er tað blivið eitt alsamt vaksandi ynski hjá hinum liðunum, at tey kláraðu at basa júst kvinnunum úr Vági, og nú gjørdist tað so StÍF, ið var fyrsta liðið at klára tað.
VB mundi eisini á Skála sunnudagin fáa eina stóra ávaring um, at meira má fáast burturúr, tá dupult mansverja verður brúkt.
Lítið man vera at ivast í, at hini liðini eisini fara at taka táttin upp, og tá má tað so vera spurningurin, um VB dugir at svara aftur, ella um StÍF í veruleikanum hevur avdúka størsta veikleikan hjá oddaliðnum.
Fyrsta møguleikan at svara tí spurninginum fær Kyndil, sum nú skal til Vágs. Sunnudagin vann Kyndil á VÍF uttan at brúka mansverju, og so fæst at síggja, um tær grønu eisini fara at royna tað sama móti VB, ella um roynt verður at vinna á oddaliðnum við »StÍF-knepinum«_
StÍF-VB 27-25 (9-12)
Málskjúttar:
StÍF: Asta Petrauskiene 8 (2), Alina Olaru 5, Poula D. Olsen 5, Anna Maria Berthelsen 3, Anna B. Danielsen 3, Súnfríð Jacobsen 2 (1), Paula B. Høgnesen 1
VB: Daiva Toumaite 12 (4), Reda Kurkauskiene 5, Laila Jespersen 4, Gurið Mortensen 3
Brotskøst: StÍF 5
Dómarar: Trygvi Mortensen og Kári Hansen