Coca Cola-kappingin
Tvær av fjórðingsfinalunum hjá kvinnunum vórðu spældar í gjár og fyrradagin.
Fyrradagin tók Neistin móti Søljuni, og her gjørdist talan um tryggan heimasigur. 38-19 vann Neistin, sum í hálvleikinum var á odda 14-10.
Í gjár var tó øðrvísi spenningur, tá Kyndil tók ímóti StÍF. Somu lið spældu sunnudagin javnleik, og aftur hesa ferð leikaði javnt á. Kyndil var tó odda stóran part av dystinum, og bara fimm minuttir fyri leiklok stóð 17-14 á talvuni. Seinastu løtuna bragdaði tó av álvara hjá StÍF. Tær vunnu seg upp á 18-17, og tó at Kyndil javnaði, so fekk StÍF seinasta orðið, tá Rebekka Justinussen skoraði til endaliga úrslitið.
Úrslitini
Neistin-Søljan 38-19 (14-10)
Kyndil-StÍF 18-19 (11-8)