StÍF avgjørdi gullið

Neistin-StÍF 29-31 (13-16):
Strandingar endurtóku finalusigurin á Neistanum, og hóast tað ikki var sami nervi í dystinum hesaferð, so var sigurin ikki minni uppiborin av teirri orsøk

Hondbóltur ? menn

Uttan at spæla tóku vestmenningar eitt rimmar fet móti meistaraheitinum, tá Neistin annan dystin á rað var við undirlutan móti strandingum.
Treytirnar hjá Neistanum hava nevnliga verið púrasta greiðar, síðani teir taptu fyrra dystin móti VÍF í endaspælinum. Skuldi hugsingur vera um at vinna gullmerkini, skuldu allir eftirverandi dystirnir vinnast, samstundis sum álit skuldi setast á, at vestmenningar fóru at snáva móti øðrum enn Neistanum.

Hugburðurin var hin rætti
Fyrstu av hesum treytunum misrøktu teir tó, tá StÍF kom á vitjan sunnudagin. Talan var um eina endurtøku av steypafinaluni, sum varð leikt fyri viku síðani. Ta ferðina tapti Neistin, og tí var kanska væntandi, at teir bláu fóru sum úlvar á skóg út til dystin, meðan tað hinvegin eisini var hugsandi, at strandingar vóru mest sum nøgdir um steypasigurin, og tí ikki megnaðu at stríðast eins væl tað, sum eftir er av árinum.
Tað var tó hampuliga skjótt greitt, at hvat viðvíkti hugburðinum til dystin, so stóð StÍF einki aftan fyri Neistan, og somuleiðis var skjótt greitt, at hetta als ikki fór at gerast nøkur løtt uppgáva hjá Neistanum.
Strandingar hildu nevnliga á fram, sum um miðvikudystiruin móti Kyndli als ikki hevði verið til, og sum um hetta bara var framhald av steypafinaluni. Við kvikum álopsspæli komu teir ferð eftir ferð inn um neistaverjuna, har Petur Magnusson var mest sum seldur fleiri ferðir upp í slag, og í verjupartinum megnaðu teir sera væl at skerma fyri vandamiklu skjúttunum hjá Neistanum, og á tann hátt hjálpa tí annars væl spælandi Marian Cirloganescu í málinum.
At spælið hjá Neistanum í stóran mun hekk á skjúttunum, var eisini ein avleiðing av, at John Petersen í løtuni er á Cypros við fótbóltslandsliðnum. Hetta noyddi Hans Áka Dal-Christiansen í ein permanentan leiklut sum vongur, og hóast hann helst er millum stinnastu føroysku leikararnar á hesum plássinum, so viðførdi tað samstundis, at nógv minni bit enn vanligt var í strikuspælinum hjá Neistanum.

Útvísingar kostaðu
Tað gekk soleiðis javnt á størsta partin av fyrra hálvleiki, men spakuliga hómaðist tó, at strandingar kanska høvdu eina lítla yvirvág. Tað gekk líka sum meira ómaksleyst hjá teimum at koma fram til málmøguleikarnar, og tó at Jacob Jónsson togaði sín part heim við onkrari detalju í flokki langt omanfyri tann føroyska, so gekk meira striltið hjá Neistanum.
Í seinna hálvleiki var heilt skjótt, at StÍF veruliga fór at draga, og størsta orsøkin til hetta var, at teir í nógv størri mun dugdu at gera sær dælt av yvirtalsstøðum. Fyrst gjørdu teir sær fulla nyttu av, at Petur Magnusson noyddist út í tveir minuttir, og tá strandamálverjin stutt eftir fekk somu lagnu, tóktist hetta ikki at bila teimum nakað. Heldur enn at StÍF nú skuldi royna seg í undirtali í tveir minuttir, framdi Neistin tvey mistøku á rað, so teir nú bert vóru fýra á vøllinum, og aftur nýttu strandingar høvið til at draga meira. Ikki kann sigast annað enn, at hetta var sera órutinerað av Neistanum, og sum dysturin leið, so kann mest sum eisini staðfestast, at hetta kostaði teimum dystin ? og kanska gullmøguleikan.
Tað var nevnliga soleiðis, at stutt eftir hetta, so fór Neistin veruliga at gera um seg. Eftir at strandingar høvdu økt munin upp í 26-19, og alt tóktist avgjørt, fór brádliga at ganga skjótt fyri seg. Fýra mál á rað minkaðu heilt fitt um munin, og tá at strandingar royndu at svara aftur, so tóktist hetta vera sera torført. Ikki minst eftir at teir misnýttu tvey brotskøst á rað.
Men, strandingar hava sum kunnugt Svein Justinussen á liðnum, og eins og hann gjørdi tað í steypafinaluni, so var hann aftur hesa ferð maðurin, sum tipti Neistan, tá hann økti munin upp í trý mál bert fýra minuttir fyri leiklok. Neistin royndi aftur at svara, men tað eydnaðist teimum ikki at koma nóg nær. Ein minutt fyri leiklok minkaði munurin í tvey mál, men tá kundu strandingar so bara geva sær góðar stundir, og tó at Neistin fekk enn ein møguleika, so var tað greitt. Aðru ferð innan eina viku høvdu strandingar bast Neistanum í egnari holu.

Mugu verja silvurið
Spurningurin er so bara, um Neistin við hesum ikki misti seinasta møguleikan at vinna VÍF aftur. Sum støðan er nú, so eru trý stig upp til VÍF, og tá hevur Neistin eisini leikt ein dyst færri enn oddaliðið. Sum gongdin hevur verið, so tykist spurningurin heldur at vera, um Neistin fer at halda fast um silvurmerkini. Strandingar hava nú fýra stig færri enn Neistin, og enn hevur Neistin útidystir móti bæði VÍF og StÍF, meðan StÍF longu hevur verið í Vestmanna, so skal nakar spenningur finnast, tað sum eftir er av árinum, so er tað heldur í silvur- og enn gulldystinum.

Dysturin í tølum
Neistin-StÍF 29-31 (13-16):
Málskjúttar:
Neistin: Jacob Jónsson 8, Heini Joensen 7(3), Ári Rouch 4, Hans Áki Dal-Christiansen 3, Helgi Justinussen 2, Áki Mørk 2, Ragnar Stakksund 1, Kári Mortensen 1, Ræni Slættanes 1
StÍF: Artur Johansen 8(4), Alexandur Johansen 5, Costin Dumitrescu 4(1), Andre F. Danielsen 4, Jón Rasmussen 3, Sveinur Justinussen 3, Marius Joensen 3, Janus Trygvason 1
Brotskøst: Neistin 5, StÍF 9
Útvísingar: Neistin 7, StÍF 5
Dómarar úr Kyndli: Uni Wardum & Hannis Wardum. Komu sera væl frá dystinum, sum teir stýrdu við sjálvsøgdum myndugleika.