StÍF avgjørdi ferðina

Javnleikur á Skála var kanska ikki tað, tey flestu høvdu roknað við, men StÍF dugdi at draga ferðina niður, so Stjørnan ikki slapp at spæla sítt spæl

Kvinnuhondbóltur

Í allarsíðstu løtuni í dystinum á Skála sunnudagin hevði Stjørnan møguleikan at fáa avgerandi málið, men tað miseydnaðist. At so drál var orsøkin til júst ta støðuna, var kanska eitt sindur øvugt, tí undanfarnu 59 minuttirnar hevði tað verið StÍF, ið hevði ligið meira á tí bógvinum.
Tá ein javnur dystur nærkast endanum, ræður um ikki at gera nakað býtt í teimum allarsíðstu álopunum, tí tað kann brádliga geva mótstøðuliðnum møguleikan at fara í hin endan og avgera alt.
Klokkan var farin í holt við síðsta minuttin, tá dómararnir góvu til kennar, at nú fóru teir at døma fyri drál hvørja løtu. Stjørnan fekk tríggjarmeturkast, men valdi at fáa »time-out«, áðrenn tað varð tikið.
Tá spælið varð tikið uppaftur, skuldi bólturin bara spælast eina ferð og síðani skuldi skjótast, annars dømdu dómararnir drál. Hetta høvdu tær í Stjørnuni helst ikki fingið við, tí tær royndu seg við meiri enn tí einu sendingini, áðrenn nakað skot kundi koma, og so mistu tær álopið.
Til alla lukku fyri klaksvíkskvinnurnar, eydnaðist ikki StÍF at fáa mál burtur úr síðstu sekundunum, og tí stóð altso á jøvnum 23-23, tá dysturin endaði.

Hekk ikki saman
Hetta var óivað nakað, ið hóskaði StÍF væl betur enn Stjørnuni, tí allan dystin hevði StÍF megnað at hildið ferðina á spælinum so mikið niðri, at Stjørnan ongantíð ordiliga kom í snúningar og fekk yvirrunnið StÍF-liðið.
Ferð eftir ferð vóru kvinnurnar hjá StÍF á markinum til at fáa drál dømt ímóti sær, men megnaðu so at avslutta og gjarna fáa mál burturúr. Og soleiðis gekk tað fyri ein stóran av tíðini.
Kanska darvaði tað eisini Stjørnuni eitt sindur, at teir nýggju útlendingarnir á liðnum ikki altíð riggaðu so væl í samanspælinum, sum væntast kann, tá nakrir fleiri venjingartímir og dystir eru farnir aftur um bak.
Tær vóru ikki komnar, tá fyrsti dysturin var fyri viku síðani, men hesa ferð sluppu so allar tríggjar at royna seg. Lidija Vlajic stóð væl í málinum, men ikki var tað altíð, at Katarina Stjepanov og Jelena Barlov fullu inn í samanspælið annars á liðnum.
At Annika Ljósstein ta einu løtuna í seinna hálvleiki fór út eitt skifti, bøtti heldur ikki um, hóast hon fekk lyft spælið nakað, tá hon so kom innaftur.

Sera einfalt
Sum sagt, var uppskriftin hjá StÍF-kvinnunum sera einføld, og tær megnaðu eisini at fylgja henni í so stóran mun, at Stjørnan ongantíð slapp avstað, sum annars kundi verið væntandi, at klaksvíkskvinnurnar ætlaðu sær.
Í álopsstøðunum spældi StÍF bóltin runt og fór so inn at bjóða av við skotroyndum, tá løtan kom. Serliga vóru tað Alina Olaru og Milica Ergic, sum er komin til StÍF frá Tjaldri, ið stóðu fyri gjøgnumbrotunum og tóku tey tyngru tøkini á liðnum.
Breiddin hjá StÍF er ikki tann sama sum hjá Stjørnuni, men sunnudagin sá tað ið hvussu er ikki út til at nerva tað allarminsta.

Dysturin í tølum
StÍF-Stjørnan 23-23 (11-10)
Málskjúttar
StÍF: Alina Olaru 11 (2), Milica Ergic 7 (1), Poula Olsen 3, Paula Høgnesen 1, Guðrun Ólavsdóttir 1
Stjørnan: Joan Midjord Djordjevic 6 (2), Annika Ljósstein 5 (2), Anna Kristina Samson 4, Bára S. Klakkstein 3, Katarina Stjepanov 3 (2), Jelena Barlov
Brotskøst: StÍF 3, Stjørnan 7
Ávaringar: StÍF 2, Stjørnan 3
Útvísingar: StÍF 2, Stjørnan 1
Dómarar: Kári Hansen og Trygvi Mortensen