StÍF-Kyndil 11-13 (26-22):
Kyndil fekk ananrs betru byrjanina, og mitt í hálvleikinum vóru tær á odda við trimum málum. Hesa løtuna tóktist Kyndil hava fult tamarhald á dystinum, men síðstu løtuna gekst betri hjá StÍF. Nú fylgdu tær við Kyndli, og tá liðini fóru til hálvleiks, vóru bert tvey mál á muni.
Í seinna hálvleiki legði Kyndil eisini betri fyri, og mitt í hálvleikinum høvdu tær lagt seg á odda við fýra málum. Men so steðgaði upp hjá Kyndli, samstundis sum StÍF veruliga fekk ferð á. Næstu løtuna skoraðu tær fleiri ferðir á rað, og so stóð brádliga á jøvnum. Nú var StÍF tó veruliga komið í gongd, og síðstu tíggju minuttirnar gjørdu tær mest sum eftir vild. At enda vunnu strandakvinnur 26-22, og við sigrinum hava tær nú vunnið seg av aftasta plássi, har Kyndil nú liggur einsamalt.
StÍF hevur eitt ungt og spennandi lið, og tær ungu taka meira og meira ábyrgd. Blaðungu Fríðrún Danielsen og Bára Berthelsen spældu ein góðan dyst og skoraðu ávíkavist 4 og 3 mál. StÍF hevur eina góða framtíð, um tey megna at halda leikarunum til.
Kyndlakvinnur gjørdust ov stuttar sunnudagin, men tær hava mangan hótt hini liðini í Sunset-kappingini. Tær munnu iðra seg um, at tær blakaðu leiðsluna á gólvið móti StÍF. Tað er tó eingin ivi um, at tær vilja sleppa av aftasta plássinum sum skjótast. Tær kunnu hótta eitthvørt lið á einum góðum degi.
Fakta
StÍF-Kyndil 26-22 (11-13)
Málskjúttar:
StÍF: Rebekka Justinusen 8, Ninna K. Johansen 5, Fríðrun Danielsen 4, Bára B. Danielsen 3, Bára Bertelsen 3, Rósa Johansen 1, Sólfríð Christiansen 1, Malan Petersen 1
Kyndil: Ronja M. Mikkelsen 11 (7), Anja Heinadóttir 4, Jacklyn Durhuus 3, Lina Andriulyte 2, Ása Apol 1, Randi S. Wardum 1
Brotskøst: StÍF 0, Kyndil 8
Útvísingar: StÍF 2, Kyndil 1
Dómarar: Heri Petersen & Dánjal Samuelsen










