StÍF aftur á slóðina

Talan var annars leingi um ein sera tættan dyst á Skála, men seinastu løtuna undan steðginum snávaði Kyndil av álvara.

Strandingar skutu hesa løtuna fýra mál á rað. Og tá teir byrjaðu fyrra hálvleik við somu øði, fekk Kyndil ongan tíð aftur fatur á dystinum.

Fyri strandingar skeyt Cristian Preda 7 mál, meðan Josef Abrahamsen var besti málskjútti hjá Kyndli. Hann skeyt 9 mál.

 

StÍF-Kyndil 29-24 (15-14)