Manshondbóltur
Tað tykist, sum hava hoyvíkingar givið upp alla vón um at fáa sær nøkur líkinda úrslit nú móti kappingarenda. Í endaspælinum er liðið stútt og støðugt dalað á talvuni, har teir nú eru púrasta avbyrgdir í botninum.
Tí var høvið tað rætta, tá StÍF skuldi hava sína skútu á beint. Steypavinnararnir høvdu annars tapt tríggjar landskappingardystir á rað, soleiðis at Kyndil nú var farið fram við í stríðnum um at røkka øðrum finaluplássinum.
Sunnudagin var talan kanska ikki um besta StÍF-avrikið á árinum, men longu fyri steðgin stóð greitt, at hetta kortini skuldi verða nóg mikið. Uttan at teir nakran tíð veruliga toppaðu, megnaðu gestirnir at byggja sær eina hampuliga leiðslu, sum teir ongan tíð tóktust hava ætlanir at sleppa.
Fyrstu løtuna eftir steðgin varð leiðslan økt upp í seks mál, og restina av dystinum tóktist spurningurin bara vera, hvussu nógv mál sigurin skuldi gerast. Nærri enn fýra málum komu hoyvíkingarnir ongantíð, og tí kundu teir illa mótmæla stórvegis móti tølunum, tá dómarararnir høvdu bríkslað seinasta bríkslið.
Fakta um dystin
H71-StÍF 21-26 (12-16)
Málskjúttar
H71: Niels Viggo Niclassen 4(1), Janus Sørensen 3, Bjarni Sørensen 3, Tróndur Vatnhamar 3, Freddy Poulsen 3, Poul Kjartan Dam 2, Esbern Patursson 2(1), Gunnar Bláberg 1
StÍF: Sveinur Justinussen 5, Finnur Hansson 5, Leivur Justinussen 5(4), André F. Danielsen 4, Bárður Danielsen 3, Borgar Danielsen 2, Terji Poulsen 1, Mortan Hansen 1
Brotskøst: H71 4, StÍF 4
Útvísingar: H71 6, StÍF 5
Dómarar: Ragnar Simonsen & Rúni Mohr










