Trygdarráðið hjá ST hevur einmælt samtykt at senda eitt lið av óvápnaðum eygleiðarum til Sýrialands at halda eygað við vápnahvíldini, sum fyrrverandi ST-aðalskrivarin Kofi Annan hevur fingið í lag. Tað skriva altjóða tíðindastovurnar, sum eisini vita at siga, at trygdarráðið samstundis hevur samtykt at fordøma tey nógvu og álvarssomu mannarættindabrotini, sum hava verið í Sýrialandi í seinastuni.
Altjóða eygleiðaraliðið, sum fer til Sýrialands fyrsta dagin, telur 30 fólk. Ætlanin er at senda meiri enn 200 eygleiðarar sendir hagar afturat seinni, men tað fer at krevja eina nýggja samtykt í trygdarráðnum.
Russland atkvøddi fyri samtyktini at senda eygleiðarar til Sýrialands. Russiski ST-sendimaðurin, Vitalij Churkin, segði, at russiska stjórnin var nøgd við innilandið, og tí atkvøddi landið fyri.