ST
Árni Joensen:
fartekst@mail.dk
Fyrst kom ein serlig kanningarnevnd hjá ST til ta niðurstøðu, at Benon Sevan, sum hevði ábyrgdina av olju fyri mat-skipanini, hevði stungið 900.000 krónur í egnan lumma. Síðani bleiv næsti maður hansara, Aleksander Jakolev, skuldsettur fyri at hava gjørt tað sama. Í hansara føri var talan um slakar seks milliónir krónur.
-Kanningarúrslitið er skelkandi og hugstoytandi, tí tað er eingin ivi um, at ábyrgdarmenninir gjørdu sær dælt av skipanini við egnum vinningi fyri eyga, segði formaðurin í kanningarnevndini, fyrrverandi amerikanski tjóðbankastjórin Paul Volvker.
Benon Sevan hevur ikki játtað seg sekan, men tað gjørdi Aleksander Jakolev í gjár. Tann 52 ára gamli russarin játtaði at hava tikið ímóti pengum í trimum førum, meðan hann arbeiddi við olju fyri mat-skipanini. Kanningarnar hava víst, at hann tók ímóti pengum frá stórum amerikonskum fyritøkum, sum vildu sleppa at selja stýrinum hjá Saddam Hussein vørur.
Kofi Annan, ST-aðalskrivari, hevur tikið diplomatiska órinið frá Jakolev, so hann kann koma fyri rættin í USA. Verður hann dømdur sekur, kann hann fáa upp í 20 ára fongsul, skrivar Reuters.
Úr irakskum skjølum
Skipanin, sum loyvdi Irak at selja olju, so landið kundi fáa pengar til at keypa mat og heilivág fyri, kom í gildi í desember í 1996. Í sínum arbeiði hevur kanningarnevndin hjá ST fingið skjøl frá iraksku stjórnini, sum vísa, at stýrið hjá Saddam Hussein misnýtti skipanina.
Sambært kanningarnevndini fekk Saddam sjálvur fleiri milliardir dollarar burtur úr skipanini, og ein part av pengunum brúkti hann til at mutra embætismenn, ráðharar og politiskar flokkar í meiri enn 40 londum. Sambært frágreiðingini tóku umleið 1300 fólk ímóti pengum frá stýrinum í Bagdad.
ST viknað
Sjálvt um tað ikki er endaliga staðfest, at Benon Sevan er sekur í sviki, eru eygleiðarar á einum máli um, at avdúkingarnar hjá kanningarnevndini hava gjørt ST veikari, og nú verður bíðað í spenningi eftir teirri næstu frágreiðingini. Hon skal lýsa, um Kofi Annan sjálvur hevði nakað við svikið at gera, ella um hann visti um tað. Tað er komið fram fyrr, at ein sonur aðalskrivarans var uppi í svikinum, men kanningar, sum eru gjørdar fyrr, kundu ikki staðfesta, at aðalskrivarin var vitandi um tað.
Virksemið hjá fyrrverandi aðalskrivaranum Boutros-Boutros Ghali skal eisini kannast.
MYNDATEKSTUR:
Benon Sevan hevði ábyrgdina av olju fyri matskipanini. Nú er hann skuldsettur fyri at hava stungið pengar í egnan lumma.