Støddin og veðurlagið gera munin

Hóast Atli hevur útiseti í nógv ár, kennir hann seg enn sum føroying. Umframt at vitja javnan aftur, so lesur hann føroysk tíðindi á netinum hvønn dag, og av tí at Brasilia er 4 tímar aftan fyri, sær hann Dag og viku hvørt kvøld klokkan 20.
- Fólk siga onkuntíð, at veit betur enn tey, hvat hendir, flennir hann.
Harumframt brúkar hann Skype at tosa heim við.
- So nú vantar bara, at flogferðaseðlarnir lækka, sigur Atli, sum tó er skjótur at leggja afturat, at tað verður neyvan í hansara tíð.
Spurdur, um hann við fáum orðum kann lýsa høvuðsmunin millum Brasiliu og Føroyar, sigur Atli:
- Støddin og veðurlagið!
- Tað, sum tú kanst blíva bilsin av í Brasilia er, hvussu væl sumt riggar, og hvussu illa annað riggar, sigur Atli. Hann nevnir m.a. ta nýmótans tøknina í Brasilia, sum hevur ført við sær, at landið sjálvt framleiðis sínar bilar, framleiðir flogfør og er sjálvt ført fyri at byggja stórar byrgingar. Tilfeingi er nógv, eisini heilatilfeingi.
- Landið er so fjølbroytt, og har finnast bæði flogvit og trupulleikar, ið innibera, hvussu fólkaskulin skal rigga.
Atli váttar, at trupulleikarnir við ógvusligum kriminaliteti eru til staðar, men at hetta tíbetur ikki er nakað hann hevur merkt nógv til.
Atli verður sjálvandi eisini spurdur um samba og fótbólt, og somuleiðis her váttar hann, at hetta eisini er Brasilia, men at hetta helst merkir gerandisdagin hjá brasilianarum eins nógv, og hjallarnir við fiskateyggjum millum føroysk hús, sum ferðafólk tó er skjótt at gáa um og avmynda. Tað er ein partur av Brasiliu, men sjálvur sigur hann seg dáma fótbólt betur enn fleiri brasilianarar, hann kennir, men at hetta eisini er eitt slag av familjuvinarligum ítrívi, og at hann eisini viðhvørt hevur bæði børnini við til dystir.
Spurdur, hvør høvuðsbroytingin á Føroyum er frá tí hann flutti í mun til í dag, sigur Atli, at tað er týðiligt, at Føroyar eru vorðnar ríkari.
- Nú snýr tað seg ikki bara um tak yvir høvdið, men tað skal eisini vera vakurt rundanum. Mentanin er komin inn í umhvørvið, heldur hann og nevnir eitt nú Viðareiði og heimbygdina sum vakrar bygdir, men hann heldur tó høvuðsstaðin hava munin.