Ein tíðindakvinna hjá Miðlahúsinum var inni í bygninginum, har Bilrøkt heldur til, tá eldurin kyknaði. Hon var til staðar, meðan yogatími var í Yoga.fo, sum heldur til uppi á, og hon forklárar soleiðis um støðuna.
- Knappliga byrjaði roykur at koma upp gjøgnum gólvið. Vit hoyrdu okkurt snedigt ljóð niðri undir. Tað ljóðaði sum ein borimaskina og larmaði sera illa, so byrjaði gólvið at bugla upp eftir, tí tað bleiv so heitt, greiðir Sólvá Lindenskov Róadóttir frá.
Eldur kom sum skilst allarhelst í ein bil í verkstaðnum niðri undir.
- Vit hugdu út gjøgnum vindeygað, og har stóðu fólk og veittraðu okkum út. Tey róptu, at vit skuldu koma út, tí tað var eldur í. So runnu vit øll út gjøgnum brandtrappurnar, og tað var so nógvur roykur, at vit illa sóu nakað, fortelur Sólvá Lindenskov Róadóttir.
Øll komu út í øllum góðum, og Sløkkiliðið hevur nú fingið tamarhald á eldsbrunan. Fýra sløkkiliðsbilar eru á staðnum beint nú, og sjúkrabilur og løgreglufólk eru eisini har.