Støðan versnar og hjálpin minkar

- Á altjóða flóttafólkadegnum 2016 heitir Amnesty Føroya Deild tí á almennu Føroyar um at tryggja, at flóttafólk fáa ta hjálp, tey hava rætt til, og at Føroyar leggja størri orku í hesa felags avbjóðing. Vit eru sannførd um, at vit kunnu gera meira – bæði nú og í framtíðini. Tí hvat høvdu vit sjálv gjørt, um vit vóru í støðuni hjá flóttafólkunum og vóru noydd at liva við ongari virðing í svárari og eyðmýkjandi neyð?


Tað skrivar Amnesty International Føroya deild í yvirlýsing í samband við at dagurin í dag er altjóða flóttafólkadagur.


Í tíðindaskrivi sent fjølmiðlunum taka tey samanum dagsins støðu og vísa millum annað á, at tað eru 60 milliónir flóttafólk í heiminum. Hóast tí sannroynd, so minkar hjápin til hesi fólk.


- Samstundis sum støðan hjá flóttfólkum versnar, minkar hjálpin. Árini 2013 til 2015, meðan støðan hjá sýriskum flóttafólkum alsamt versnaði, minkaði tann tøki peningurin til at hjálpa hvørjum sýriskum flóttafólki, í nærumhvørvinum og aðrastaðni, úr 34 $ niður í 10 $ um mánaðin. Í londum sum Jordan, sum hýsir sera nógvum sýriskum flóttafólkum, liva meira enn 80 % av flóttafólkunum undir fátækramarkinum, og í Libanon livir annaðhvørt flóttafólk í ómetaligum fátækradømi (t.e. fyri minni enn 1 $ um dagin).


Felagsskapurin vísir eisini í skrivinum á, at hjálpin frá altjóðasamfelagnum er ov lítil, og tað gongur út yvir kvinnur og minnilutabólkar.


- Tann vánaliga mannarættindastøðan í hesum økjum ber í sær, at eitt nú kvinnur og minnilutabólkar eru fyri eyðmýkjandi ágangi. Hjálpin frá altjóðasamfelagnum til londini, sum hýsa flestum flóttafólkum, eitt nú Libanon og Jordan, er alt ov lítil. Eisini vantar fígging til flóttafólkalegur hjá ST og hjálparfelagsskapum. Tá ið nærumhvørvið soleiðis er ovbyrjað, liggur tað á altjóða samfelagnum at lyfta í felag.


Heldur ikki Føroyar sleppur undan kritikki frá Amnesty, ið vísir á, at føroyingar áttu at givið meira í neyðhjálp.


- Amnesty viðurkennir, at Føroyar lata hjálp, og at neyðhjálp til innanlandsflóttafólk í Sýria verður raðfest. Men hjálpin, sum Føroyar hava veitt og veita flóttafólkum í nærumhvørvinum, stendur ikki mát við okkara ríkidømi og vælferð. Vit lata fleiri ferðir minni í neyð- og menningarhjálp enn tað, sum ST setti út í kortið fyri 2015, og hyggja vit at, hvussu nógvum flóttafólkum grannalond okkara hava veitt friðskjól, eru vit sera langt aftanfyri. Í Svøríki eru 69 fólk fyri hvørt flóttafólkið, í Noregi 112, í Danmark 320, í Stórabretlandi 556 og í Íslandi 3351.