- Hetta er ein álvarslig støða hjá Tjóðveldi, og nú skulu vit hava eina djúpa eftirmeting av støðuni í flokkinum, sigur Høgni Hoydal, formaður í Tjóðveldi. Flokkurin misti tveir tingsessir.
Tjóveldið gekk 5 prosentstig aftur og misti tveir tingsessir á løgtingsvalinum í dag. Hetta er vánaligasta valúrslitið hjá flokkinum síðani 1994.
- Eg harmist um atgongdina. Eg hevði tó ikki roknað við einari so stórari afturgongd, og hetta er ein álvarsom støða, sum flokkurin er komin í, segði Høgni Hoydal í formanskjakinum í Kringvarpinum.
- Eg kann brúka langa tíð at tosa um orsøkir til hetta úrslitið, men tað, at vit fóru í samstarv við minnilutasamgonguna, kostaði okkum. Tað er eisini ein gjógv millum miðstaðin og útjaðaran, vit hava eisini mist valevni, og tað hevur eisini spælt inn, at Framsókn hevur stillað upp sum ein loysingaflokkur, segði Høgni Hoydal.
Hann vildi tó einki siga um sína støðu sum formaður í Tjóðveldi.
- Eg sigi einki um tað nú. Tað skal ein djúp eftirmeting til í flokkinum nú. Vit hava eitt gott grundarlag at byggja á kring landið, og tað grundarlagið skal styrkjast, segði Høgni Hoydal.