Fiskifloti
Tað er ikki bara støðan hjá djúpvatnsflotanum sum ger um seg í Suðuroy, hóast hetta ivaleyst er størsti trupulleikin, nú oyggin hevur traditión fyri at eiga nógv skip av hesum slagnum.
Viberg Sørensen, formaður í Reiðarafelagnum, sigur, at støðan innan fiskiskipaflotan í oynni er ring – ja, nærmast katastrofal, sum hann tekur til.
- Her suðuri liggja fýra djúpvatnstrolarar, tí tað er bíligari at liggja – enn at loysa.
Hann sigur, at á Tvøroyri liggja Rankin og Phoenix, og í Vági liggja Sumbeam og Beinisvørð, sum ikki hava loyst enn.
- Aftrat Rankanum og Phoenix, er Rasmus Effersøe á beding. Garnaskipið Nim og línubáturin Hoyvíkingur liggja eisini á Tvøroyri, tí skipini fáa ikki nóg mikið av fólki.
Viberg sigur, at meðan helvtin av flotanum í Suðuroy liggur, siglir hin helvtin undirmannað.
Hann heldur, at tá fleiri skip liggja, tí tað loysir seg ikki at byrja nýggjan túr, skuldi nóg mikið av fólki verið til tey skip sum sigla.
- Men soleiðis er tað bara ikki, leggur hann aftrat.
Vánalig motivatión
Viberg Sørensen heldur, at soleiðis, sum formaðurin í Fiskimannafelagnum, Jan Højgaard, niðurger tað starv, sum hansara egnu limir eru í, er tað einki undarligt, at fólk ikki tíma at sigla.
- Í kjaksending í SvF herfyri segði Jan, at fiskimenn koma knústir sundur í land, og hann nærmast samanbar starvið sum fiskimaður við støðuna hjá fólki í fangalegum. Hvussu skulu menn tíma at sigla og manna føroyska fiskiskipaflotan, tá teir hoyra slíkt, sum er púra burtur úr vón og viti? spyr hann.
Formaðurin í Reiðarafelagnum heldur soleiðis, at úttalilsini hjá formanninum í Fiskimannafelagnum er “bensin á bálið” hjá okkara akademikarum, sum halda, at tað er fongur fyri føroyska samfelagið hvørja ferð, ein fiskimaður fer í land.
- Tað er troystarleyst hjá monnum, sum hava brúkt nógvan pening upp á at betra skipini, at fáa slíkar lortaspannir omanyvir seg frá formanninum í Fiskimannafelagnum, sigur Viberg Sørensen.