Enn einaferð er Strandferðslan hótt av eini arbeiðsósemju, sum kann enda við, at skipini verða løgd.
Orsøkin er, at tað vísir seg at ganga serstakliga strilti at finna semju ímillum Strandferðsluna og manningarfeløgini um arbeiðstíðirnar hjá manningunum eftir at nýggjar, altjóða reglur um hvílitíð komu í gildi á nýggjárinum.
Eyðstein Djurhuus, formaður í Skipara- og Navigatørfelagnum, sigur, at annars varð sáttmálin longdur til 1. oktober, men enn eru partarnir ikki komnir til semju.
Eftir nýggju hvílureglunum, skal manningin hvíla 77 tímar um vikuna.
Men samstundis arbeiða teir 98 tímar um vikuna, í hvussu so er á summum skipum.
Tað eru tilsamans 175 tímar, men sostatt mangla sjey tímar í, tí tað eru bara 168 tímar í eini viku.
Fyri at fáa roknistykkið at ganga upp, so at nýggju reglurnar um hvílitíðir, verða hildnar, halda vit fast um, at arbeiðstíðin skal lækka úr 2.548 tímun um árið, niður í 2.400 tímar.
Men Fíggjarmálaráðið hevur sett sum avgjørda treyt, at verður arbeiðstíðin lækka, skal lønin eisini lækka.
- Vit góðtaka ikki, at altjóða krøv um at avmarka arbeiðstíðina hjá sjómonnum, skal føra til, at lønin lækkar, staðfestir Eyðstein Djurhuus.
Hann sigur, at eitt uppskot hevur verið, at manningin skal vera umborð nakrar tímar í frívikununum, fyri at fáa nógv mikið av arbeiðstímum, uttan at bróta reglurnar um hvílítíðirnar.
Skipara- og Navigatørfelagið hevur staðiliga afturvíst hesum uppskoti, sigur Eyðstein Dkjurhuus.
Hann veit ikki, hvat hetta fer at enda við, men hann lýsir støðuna soleiðis:
- Støðan er spent ímillum partarnar.