Røðin á støðutalvuni sær í kvøld soleiðis út, sum hon gjørdi fyrr í dag, áðrenn seytjanda umfar í kvinnudeildini í fótbólti varð avgreitt í nógvum vindi. EBS/Skála, KÍ og B36 vóru á trimum teimum fremstu plássunum, og í kvøld er røðin tann sama.
KÍ hevði vitjan av B68, sum varð sent til hús við 10-0 tapi í viðførinum. Veteranarnir Rannvá B. Andreasen og Malena Josephsen vóru als ikki við, og Bára S. Klakstein sat alla tíðina á beinkinum. Fleiri av ungu spælarunum, ið hava sitið nógv á beinkinum, fingu møguleikan, og tær tóku av. Erla Christiansen og Evy á Lakjuni vóru millum málskjúttarnar.
Sigrid Jacobsen, sum misnýtti brotsspark, Hervør Olsen, Liljan Jacobsen og Maria K. Thomsen vóru tvífaldir málskjúttar.
KÍ styrkti um sína støðu sammett við EBS/Skála, sum er einasti avbjóðaran í FM kappingini.
Málmunurin hjá KÍ batnaði við sjey málum sammett við EBS/Skála, sum í Fuglafirði vann 3-0 á ÍF/Víkingi. Merkisvert var tað, at landsliðsspælarin Birna Johannesen, sum seinastu ferðirnar hevur verið so mikið skaðadarvað, at hon ikki hevur verið før fyri at spæla, var á liðnum hjá EBS/Skála í 78 minuttir.
Rakul V. Magnussen, Ansy Sevdal og Margunn Lindholm, sum er við í kappingini um at verða toppskjútti, skoraðu málini. Margunn Lindholm hevur skorað seytjan mál, og Milja R. Simonsen er toppskjútti við átjan málum.
Í dag javnaði Milja R. Simonsen fyri HB stutt undan steðginum til 1-1 í grannauppgerðini ímóti B36. Hálvur tími var farin, tá ið Ásla Johannesen umsetti brotsspark til 1-0 B36 leiðslu. Tíggju minuttir eftir steðgin var tað Jónvá Hentze, sum legði HB fram um aftur, men B36 svaraði enn eina ferð aftur. Seytjan minuttir undan dystarenda var tað Margit Kwao, sum skoraði til 2-2, sum varð úrslitið.
EBS/Skála hevur 42 stig fyri seytjan dystir, KÍ hevur 39 stig fyri fimtan dystir, B36 hevur 25 stig fyri seytjan dystir, HB hevur 19 stig fyri sekstan dystir, ÍF/Víkingur hevur 16 stig fyri sekstan dystir, og B68 hevur eitt stig fyri seytjan dystir.
Átjanda umfar verður sunnudagin 25. september: KÍ-B36, B68-EBS/Skála og HB-ÍF/Víkingur.
Nú er tað avgjørt, at útsetti dysturin millum KÍ og ÍF/Víking verður spældur mikudagin 28. september, og at útsetti dysturin millum HB og KÍ verður spældur mikudagin fimta oktober.
Týsdagin fer U-19 landsliðið til Finnlands at luttaka í EM undankapping. Kappingin verður liðug mikudagin 21. september.