Støðan kundi verið betri

Løgreglan kannaði prutl í Havn í gjár

Í góðveðrinum í gjár var løgreglan á Villingardagsvegnum við tí endamáli at kanna prutl fyri at vita um alt var eftir forskriftunum.

Men støðan kundi verið betri, ásannar løgreglan. Løgreglan steðgaði 12 prutlum og tað var bara í fimm førum, at alt varð eftir forskriftunum, og sostatt var okkurt galið við meiri enn øðrum hvørjum prutli.

Løgreglan sigur, at onkrir prutlførarar høvdu ikki koyrikort, ella høvdu ikki koyrikortið uppi á sær, men í fleiri førum vóru prutlini eisini tunað fyri at fáa tey at koyra skjótari enn loyvt er.

Løgreglan hevur útgerð við til taks, har tað ber til at máta á staðnum, hvussu skjótt prutl koyra og tí bar til at staðfesta á staðnum um prutl vóru lóglig ella ikki.

Løgreglan sigur, at teir sjey prutlførararnir, har viðurskiftini ikki vóru eftir forskriftunum, fáa bót.