Danski uttanríkisráðharrin, Per Stig Møller, sigur russisku innrásina í Georgia og Suður-Ossetia vera sera, sera hættisliga -Tað kann als ikki góðtakast, at Russland brúkar vápnamegi í Georgia og Suður-Ossetia, og hetta má halda uppat nú, sigur Per Stig Møller við danska kringvarpið. Hann leggur afturat, at støðan er sera, sera vandamikil.
Per Stig Møller sigur, at amerikanski uttanríkisráðharrin, Condoleezza Rice, hevur sett seg í samband við seg og biðið um hjálp til at fyribyrgja, at samanbrestirnir enda við einum veruligum kríggi í økinum.
Viðurskiftini millum Georgia, Abkhasia og Suður-Ossetia hava verið spent í fleiri ár, tí ein meiriluti av fólkinum í tí oljuríka økinum vilja hava loysing frá Georgia og tættari tilknýti við Russland ístaðin fyri.
Russland hevur sent stríðsvognar inn í Suður-Ossetia, og tað kann fáa sera álvarssamar avleiðingar.
-Eitt russiskt álop á Georgia er sera vandamikið, sigur Per Stig Møller.