Støðan kann gerast álvarslig

Fiskasølustjórin heldur, at tess meiri vit tosa og skriva um fiskasjúkur, tess størri kann trupuleikin verða, tí tíðindi ferðast skjótt

 

Fiskasjúkur


Fiskasjúkur skulu takast í fullum álvara. Men vit eiga eisini at hugsa okkum um, so at vit ikki gera trupulleikan størri, enn hann er.

Tað heldur Hans Johannus á Brúgv, stjóri á Fiskasøluni.

Enn vita vit ikki, um talan er um ILA, sum er farið at gera um seg í Oyndafirði.

Men er talan um hesa sjúkuna, kann støðan gerast álvarslig.

Men vit kunnu eisini bera okkum soleiðis at, at vit gera støðuna verri, enn neyðugt.

Fiskasølustjórin sigur, at kjøtvinnan er hart kroyst í hesum døgum og hjá henni hevði ein fiskasjúka ikki verið at kasta aftur.

Tí heldur hann, at vit eiga ikki at róta meiri í málinum, enn neyðugt, tí tíðindi frættast skjótt.

Stjórin á fiskasøluni sigur annars, at ES hevur ikki roknað Føroyar sum eitt sjúkuøki, tí eftir at sjúkan varð staðfest í Fuglafirði, hava vit ótarnað kunnað flutt alifisk út, við eini váttan um, at hann kemur ikki úr ILA øki.

? Men fer sjúkan at breiða seg skal tað takast í fullum álvara, tí tann fíggjarligi missurin kann gerast ógvuliga stórur.

Hann sigur, at í ár fara vit at útflyta eini 40.000 tons av alifiski. Útflutningsvirðið av tí liggur onkustaðni um eina milliard. So tað eru øgiligar upphæddir, vit tosa um.